Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rógvi við í oddinum

Rógvi við í oddinum

Sandavágsmaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen (2353), telist nú millum oddamenninar í stóru talvkappingini Faroes Open, sum verður telvað í Kollafirði í hesum døgum.

Í dag telvaði hann við svarta fólkinum ímóti Hans Kristiani Simonsen, sum eisini hevði fingið eina góða byrjan uppá kappingina. Hóast báðir høvdu telvað væl fyrstu trý umførini, so var eingin slingur í valsinum hjá Rógva í dag. Hann telvaði neyvt og væl, og vann sær so við og við ein størri og størri fyrimun, sum endaði við einum hampiliga greiðum sigri.

 

Hann er tó ikki einsamallur á odda. Saman við honum í oddinum liggur indarin, IM Srinath Narayanan (2505), sum í dag vann oddatalvið ímóti stórfavorittinum, GM Julio Granda (2656). Júst Rógvi Egilstoft Nielsen og IM Srinath Narayanan møtast í oddatalvinum í morgin.

 

Annars er eisini vert at leggja afturat, at tveir aðrir føroyingar liggja beint í hølunum á teimum báðum oddamonnunum. Annar er GM Helgi Dam Ziska (2544), sum í dag telvaði javnt móti GM Allan Stig Rasmussen 2540. Hin er Høgni Egilstoft Nielsen (2323), sum í dag fekk ein sera flottan sigur við svarta fólkinum móti GM Normunds Miezis (2447). Júst Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen møtast í morgin. Høgni hevur hvíta fólkið.

 

Annars kann meira lesast um kappingina á heimasíðuni www.faroesopen.com.

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.