Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi Dam Ziska Ársins Telvari og Jón í Horni Nielsen Ársins Stjørnuskot

Helgi Dam Ziska Ársins Telvari og Jón í Horni Nielsen Ársins Stjørnuskot

Eftir steypakappingina leygardagin varð ársins Talv Gallaveitsla hildin á Gjáargarði. Á skránni var m.a. steypahandan og kjósing av Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskoti. Øll tey luttakandi feløgini í steypakappingini kundu atkvøða og samanteljingarnar vístu at tað ikki var nakar ivi um, hvør skuldi kjósast.

Ársins Telvari – Helgi Dam Ziska

Gjogv_2017_arsins_telvari_Helgi_D_Zidks
Formaður Talvsambandsins segði m.a. í røðu sínari, at tað kann ikki komast uttanum Helga, tá tosa verður um ársins telvara. Helgi hevur í fleiri ár verið okkara besti telvari nakrantíð, og í heyst lyfti hann føroyska telving enn eitt vet hægri, tá hann megnaði at gerast okkara fyrsti, og enn einasti, stórmeistari. Og Helgi er eitt fyrimyndarligt umboð fyri telving og telvarar, og hevur gjørt upp við mytuna um at telvarar eru, ella síggja nørdaligir út 🙂 Harumframt vann Helgi Føroyameistaraheitið fyri einstaklingar, ið hildið varð á páskum.

Ársins Stjøtnuskot – Jón í Horni Nielsen

Gjogv_2017_arsins_stjornuskot_Jon_i_horni_2
Jón, ið einans er 11 ára gamal, hevur veruliga tikið seg fram í seinastuni, og gjørdist hann eisini Føroyameistari fyri unglingar á páskum. Harumframt hevði Jón fleiri góð úrslit móti sterkum telvarum í kappingini í Reykjavík herfyri. Jón er ein av fleiri ungum telvarum um sama aldur, ið hava ment seg nógv og væl kunnu bjóðað teimum eldru og sterkaru telvarunum av, men er tann telvarin ið hevur havt skutin fremri tað seinasta árið. Og hugaligt er at síggja hvussu gott samanhaldið millum hesar unglingar er, hóast teir ofta eru harðastu kappingarneytar.

Eftir borðhaldið varð skipað fyri snartalvkapping við 7 umførum, og har 19 telvarar luttóku.
Vinnarin av kappingini gjørdist Sjúrður Thorsteinsson við 5,5 stigum, meðan Leif R. Fjallheim, Ingolf Gaard, Heiðrikur T. Jacobsen og Terji Petersen fingu 5 stig.

Gjogv_2017_snartalv (1) Gjogv_2017_snartalv (2) Gjogv_2017_snartalv (3)

Sí eisini

NM2018_uttokukapping_12

Streymur-Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í …