Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnar Telvingarfelag steypavinnarar 2017
Gjogv_2017_HT_nr1

Havnar Telvingarfelag steypavinnarar 2017

Leygardagin skipaði Talvsamband Føroya fyri tí árligu steypakappingini fyri lið, ið varð hildin á Gjáargarði við Gjógv.

Í ár vóru 10 lið frá 6 feløgum umboðaði: Havnar Telvingarfelag 2 lið, Sandavágs Talvfelag 2 lið, Klaksvíkar Talvfelag 2 lið, Vestmanna Talvfelag, Tofta Talvfelag og Kollafjarðar Talvfelag. Harafturat var eitt lið mannað við unglingatelvarum, núverandi og komandi stjørnuskotum, ið allar samlir vóru komnir heim dagin fyri frá tí stóru talvkappingini Reykjavik Open. Hendan liðsamansetingin gjørdi at teir allir fingu sterka mótstøðu, og teir fingu eisini fleiri stig til høldar.

Kappingin er skipað á tann hátt, at 6 telvarar eru á hvørjum liðið. Telvaði vórðu 9 umfør, soleiðis at øll liðini møttu hvørjum øðrum, við umhugsunartíðini 10 min +5 sek/leik.

Kappingin var spennandi frá byrjan av, og tað vísti seg skjótt at kappingin fór at standa ímillum HT 1, ST 1 og KTF 1. Havnin hevði vunnið allar sínar dystir og ikki sett nógv stig til, men onki varð tó avgjørt fyrrenn í seinasta umfarinum, tá Havnin og Sandavágur møttust. Her dróg Havnin aftur longsta stráðið og vann dystin 4-2 og harvið kappingina.
Endaliga støðan gjørdist hendan:

1. Havnar Telvingarfelag 1 – 45,5 stig
2. Sandavágs Talvfelag 1 – 42 stig
3. Klaksvíkar Talvfelag 1 – 39,5 stig
4. Klaksvíkar Talvfeagl 2 – 29,5 stig
5. Vestmanna Talvfelag – 28,5 stig
6. Havnar Telvingarfelag 2 – 24,5 stig
7. Tofta Talvfelag – 18 stig
8. Kollafjarðar Talvfelag – 15,5 stig
9. Stjørnuskot – 15 stig
10. Sandavágs Talvfelag 2 – 12 stig

Havnin 1 – Steypavinnarar 2017

Gjogv_2017_HT_nr1
Liðið varð mannað við GM Helga D. Ziska, Martin Poulsen, Carl E. N. Samuelsen, Sjúrða Thorsteinsson, Herluf Hansen og Rógva Mortensen.

Sandavágur 1 – nr. 2

Gjogv_2017_ST_nr2
Liðið varð mannað við Rógva E. Nielsen, Høgna E. Nielsen, Torkil Nielsen, Bernhard Augustinussen, Ingi W. Joensen og Jónfinn Thomsen.

Klaksvík 1 – nr. 3

Gjogv_2017_KTF_nr3
Liðið varð mannað við Ólavi Simonsen, Eyðuni Nolsøe, Steintór Rasmussen, Finnbjørn Vang, Horatiu-Cristian Filip og Tummas Martin Sólsker.

Gjogv_2017_telving (8) Gjogv_2017_telving (7) Gjogv_2017_telving (6) Gjogv_2017_telving (5) Gjogv_2017_telving (4) Gjogv_2017_telving (3) Gjogv_2017_telving (2) Gjogv_2017_telving (1)

Sí eisini

NM2018_uttokukapping_12

Streymur-Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í …