Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Reykjavik Open: Janus fingið gongd á
RO2017_Janus_Skaale

Reykjavik Open: Janus fingið gongd á

Í dagsins umfari, ið var tað 9. og næstseinasta, vóru fleiri góð úrslit hjá okkara telvarum. M.a. vann Janus Skaale (1765) á íslendska Gunnar Runarsson (2006), og Jón í Horni, ið vann á svenska Alexander Hart (1806). Hinir, ið fingu stig í dag vóru Luitjen A. Apol (1561), ið vann í føroyauppgerðini ímóti Benjamin R. Fjallheim (1322), Helgi D. Ziska (2553) telvaði javnt móti IM Bjørn Thorfinnsson (2413), Leif R. Fjallheim (1667) telvaði javnt ímóti Dustin Tennessee Opasiak (1885), Elmar R. Fjallheim telvaði javnt móti Ingrid Jodre Kvamme (1444) og Allan Nielsen telvaði javnt ímóti Svava Thorsteinsdóttir (1358). Samanlagt gav hetta okkara telvarum 5 stig.

RO2017_Luitjen_Benjamin

Helgi D. Ziska spældi í dag sín 4. javnleik á rað, og hevur nú 6 stig og liggur á einum 51. plássi. Í morgin hevur Helgi, ið er styrkismettur sum nr. 21, hvíta fólki ímóti svenska IM Bjørn Ahlander (2416), ið er styrkismettur sum nr. 47.

Janus Skaale hevur veruliga fingið gongd á hesi seinastu umførini, hevur nú næstflest stig av føroyingunum við sínum 4,5 stigum. Eftir 4 umfør hevði Janus eittans stig, men í teimum seinastu 5 umførunum hevur hann vunnið sær 3,5 stig afturat. Í morgin fær hann aftur sterka mótstøðu, hesuferð amerikumannin Jay A Carr (2086) við svørtum.

Næstir Janusi koma Heiðrikur T. Jacobsen og Jón í Horni Nielsen við 4 stigum.

Einsamallur á 1. plássi við 7,5 stigum, hálvt stig frammanfyri 10 teir næstu telvararnar er 23 ára gamli hollendarin GM Giri Anish (2771), ið eisini er tann hægst styrkismetti telvarin í kappingini. Hann telvar í morgin ímóti einum øðrum hollendara, Erwin L’ami (2614), ið styrkismettur nr. 11.

10. og seinasta umfar í kappingini byrjar í morgin kl. 12 føroyska tíð.

Telvarayvirlit fyri FAI

BNr. Navn Elo Land 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Stig Rk. Rp K rtg+/-
21 GM Ziska Helgi Dam 2553 FAI 1 1 ½ ½ 1 ½ ½ ½ ½ 6,0 51 2490 10 -4,90
162 Jacobsen Heidrikur T. 1951 FAI 0 1 0 ½ 1 ½ 0 1 0 4,0 163 1943 20 -3,20
188 Berg Margar M. 1813 FAI 0 1 0 0 ½ 1 0 ½ 0 3,0 218 1680 20 -32,40
204 Skaale Janus 1765 FAI 0 0 1 0 1 1 ½ 0 1 4,5 129 1907 40 61,20
216 Fjallheim Elmar Reinert 1691 FAI 0 0 1 0 ½ 0 1 0 ½ 3,0 221 1636 20 -13,60
221 Fjallheim Leif Reinert 1667 FAI 0 0 ½ 0 ½ 1 0 1 ½ 3,5 208 1603 40 -15,60
229 Nielsen Allan 1606 FAI 0 0 1 1 0 0 0 0 ½ 2,5 242 1556 40 -34,00
234 Apol Luitjen Akselsson 1561 FAI 0 0 0 1 0 1 0 0 1 3,0 214 1539 40 19,20
242 Nielsen Jon I Horni 1454 FAI 1 0 1 0 0 0 0 1 1 4,0 159 1723 40 84,00
249 Fjallheim Benjamin Reinert 1322 FAI 0 0 0 1 0 0 1 0 0 2,0 253 1332 40 -13,60
254 Tummasarson Flovin M. 1224 FAI 0 0 ½ 0 ½ 0 0 1 0 2,0 257 1341 40 29,20
258 Nielsen Suni I Horni 1167 FAI 0 0 0 1 ½ ½ ½ 0 0 2,5 249 1378 40 64,40

Úrslit frá 9. umfari fyri FAI

Nr. Navn Rtg Stig Úrslit Stig Navn Rtg Nr.
49 IM Thorfinnsson Bjorn 2413 ½ – ½ GM Ziska Helgi Dam 2553 21
111 Plotkin Mark 2147 4 1 – 0 4 Jacobsen Heidrikur T. 1951 162
204 Skaale Janus 1765 1 – 0 Runarsson Gunnar 2006 150
221 Fjallheim Leif Reinert 1667 3 ½ – ½ 3 Opasiak Dustin Tennessee 1885 176
236 Eminov Sinan 1537 3 1 – 0 3 Berg Margar M. 1813 188
242 Nielsen Jon I Horni 1454 3 1 – 0 3 Hart Alexander 1806 191
244 Kvamme Ingrid Jodre 1444 ½ – ½ Fjallheim Elmar Reinert 1691 216
258 Nielsen Suni I Horni 1167 0 – 1 Gasanova Ulker 1591 231
248 Thorsteinsdottir Svava 1358 2 ½ – ½ 2 Nielsen Allan 1606 229
234 Apol Luitjen Akselsson 1561 2 1 – 0 2 Fjallheim Benjamin Reinert 1322 249
238 Jonasson Hordur 1513 2 1 – 0 2 Tummasarson Flovin M. 1224 254

Paring fyri 10. og seinasta umfar

Nr. Navn Rtg Stig Úrslit Stig Navn Rtg Nr.
21 GM Ziska Helgi Dam 2553 6 6 IM Ahlander Bjorn 2416 47
132 Carr Jay A 2086 Skaale Janus 1765 204
162 Jacobsen Heidrikur T. 1951 4 4 Eminov Sinan 1537 236
167 Kolka Dawid 1931 4 4 Nielsen Jon I Horni 1454 242
178 Breidfjord Palmar 1866 Fjallheim Leif Reinert 1667 221
188 Berg Margar M. 1813 3 3 Hrafnsson Hreinn 1621 227
201 Meier Gerd 1779 3 3 Apol Luitjen Akselsson 1561 234
216 Fjallheim Elmar Reinert 1691 3 3 Nergard Ole-Kristian 0 266
229 Nielsen Allan 1606 Haile Batel Goitom 1197 256
239 Smith Chris P 1504 2 Nielsen Suni I Horni 1167 258
254 Tummasarson Flovin M. 1224 2 2 Sigurvaldason Hjalmar 1441 245
249 Fjallheim Benjamin Reinert 1322 2 2 Thorisson Benedikt 1057 261

 

Støðan í toppinum eftir umfar 9

Rk. BNr. Navn Land Elo Stig  TB1  TB2  TB3  TB4 Rp n w we w-we K rtg+/-
1 1 GM Giri Anish NED 2771 7,5 0,0 6,0 5 44,0 2837 9 7,5 6,72 0,78 10 7,8
2 17 GM Can Emre TUR 2578 7,0 0,0 7,0 4 38,5 2621 9 7 6,35 0,65 10 6,5
3 6 GM Movsesian Sergei ARM 2677 7,0 0,0 6,0 4 42,0 2688 8 6,5 6,27 0,23 10 2,3
4 16 GM Van Foreest Jorden NED 2584 7,0 0,0 6,0 4 41,5 2656 9 7 6,12 0,88 10 8,8
5 11 GM L’ami Erwin NED 2614 7,0 0,0 6,0 4 38,0 2608 9 7 6,93 0,07 10 0,7
6 8 GM Vidit Santosh Gujrathi IND 2670 7,0 0,0 5,0 4 43,0 2755 9 7 5,87 1,13 10 11,3
10 GM Grandelius Nils SWE 2641 7,0 0,0 5,0 4 43,0 2770 9 7 5,37 1,63 10 16,3
14 GM Gupta Abhijeet IND 2607 7,0 0,0 5,0 4 43,0 2735 9 7 5,36 1,64 10 16,4
9 9 GM Kamsky Gata USA 2668 7,0 0,0 5,0 4 41,0 2701 8 6 5,54 0,46 10 4,6
10 12 GM Yilmaz Mustafa TUR 2614 7,0 0,0 5,0 4 40,0 2648 9 7 6,54 0,46 10 4,6
11 4 GM Almasi Zoltan HUN 2696 7,0 0,0 5,0 3 42,5 2763 8 6,5 5,75 0,75 10 7,5

Sí eisini

NM2018_uttokukapping_12

Streymur-Kvik 2017

Leygardagin 9. desember verður á fyrsta sinni skipað fyri talvkapping í ítróttarhúsinum við Margáir í …