Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Reykjavik Open: Flotti sigurin hjá Jón í 3. umfari
RO2017_jon_i_horni

Reykjavik Open: Flotti sigurin hjá Jón í 3. umfari

Her sæst talvið hjá Jón í Horni Nielsen (1454) frá 3. umfari, har hann flott vann á Alex Fehr (2102).

Talvið var opið og spennandi, og báðir telvarar fóru í álop. Jón telvaði miðspælið væl og endaði við eini finnu meira. Jón vísti, at hann ikki er unglingaføroyameistari fyri onki, og hann telvaði rókaendatalvið sera neyvt, og fekk hálað tað heila stigið heim, har ein annars við óneyvleikum lættliga kann spæla av við avgerandi fyrimunin.

Flott Jón, og tillukku við sigrinum!

Sí eisini

FM2017_2_1

Føroyar til talv-EM

Tað verður sterkasta lið, sum mannast kann, ið fer at umboða Føroyar í EM-kappingini fyri landslið …