Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Reykjavik Open: Helgi er favorittur
RO2017_HDZ1

Reykjavik Open: Helgi er favorittur

Nú klokkan níggju íslendska tíð (tíggju føroyska tíð) varð farið undir annað umfar í Reykjavík Open 2017 í talvi.

Føroya fremsti telvari, stórmeistarin Helgi Dam Ziska, vann í gjárkvøldið í fyrsta umfari á Alberto Prieto úr USA. Styrkistalið hjá honum er 1999. Í dag er mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska, sum hevur hvíta fólkið, úr Írlandi. Hann eitur Alex Byrne, og styrkistalið hjá honum er 1976.

Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2553, og harvið kann ikki sigast annað, enn at føroyski telvarin er favorittur í morgun.

Tvey umfør eru á skránni ídag. Seinna umfarið verður klokkan 17. Um tað eydnast Helga at vinna í øðrum umfari, so verður mótstøðan uppaftur størri seinnapartin.

Tólv føroyingar luttaka í Reykjavík Open 2017.

Kappingin heldur fram til hósdagin í næstu viku, tá ið tíggjunda umfar verður.

Kelda: in.fo (Jóannes Hansen)

Sí eisini

Styrkilistar 2017/18

Sandavágs Talvfelag FM Rógvi Egilstoft Nielsen FM Høgni Egilstoft Nielsen Silas Eyðsteinsson Torkil Nielsen Bernhard …