Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til steypakapping 29. apríl

Innbjóðing til steypakapping 29. apríl

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2016/17 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 – Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) – Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liði. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2016, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 10 min +5 sek/leik umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (3 min +2 sek/leik í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 4 +2 min. og svartur 3 +2 min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Steyp til vinnarin og medaljur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 22 14 22 (TSF) . Tilmeldingarfreistin er 24. apríl 2017. Kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 300. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Gisting

Fyri gisting við morgunmati er kostnaðurin 400 kr eyka pr persón/ 700 kr einakamar. Avmarkað kømur eru á Gjáargarði, so tað er at skunda sær.

Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

  

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.