Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Unglingabólkurin avgjørdur við umdysti!

Unglingabólkurin avgjørdur við umdysti!

Av øllum bólkunum í FM í talvi fyri einstaklingar 2017 í Løkshøll, má unglingabólkurin metast at hava verið tann mest spennandi. Heilt frá byrjan av skiftust telvarar um at hava oddasessin.

Serliga Luitjen, Ragnar og Jón løgdu nógv fyri, og mest sum skiftust at liggja fremstir. Mestur spenningurin kom tó seinastu tvey umførini. Ragnar hevði frí-umfar í 8. umfari, meðan Luitjen hevði hvíta fólkið móti Jón og lá hálvt stig fremstur. Luitjen fekk ein ávísan fyrimun við hvíta fólkinum, men Jón, sum alla kappingina hevur víst góða stríðsvilja, vildi ikki lata sær nakað lynda. Beint sum hvítur sá út til at vinna avgerandi fyrimun, koppaði talvið á høvdið, og Jón fekk avgerandi fyrimun. Við tryggari telving kom heila stigið í skjáttuna og so vóru tveir nýggir oddafiskar í kappingini.

Í seinasta umfari hevði Luitjen frí-umfar, sum gav honum minst eitt 3. pláss, meðan Jón og Ragnar máttu vinna síni talv fyri at halda oddasessin. Oddafiskarnir telvaðu bæði trygt og væl, og tí mátti umdystur at avgera FM-heitið.

Í fyrra talvinum av umdystinum hevði Ragnar stóran fyrimun til endans, men við styttri tíð er skjótt at flyta óneyvt. So varð eisini hjá Ragnari, og endaði talvið við javnleiki. Seinna talvið hevði Jón hvíta fólkið, og fekk hann heilt skjótt avgerandi fyrimun. Í tryggum stíli telvaði Jón sigurin til húsar og bleiv Unglingameistari!

Bæði Ragnar og Jón hava – hóast ungan aldur – verið partur av ungdómstelvingini í Føroyum í longri tíð. Báðir hava umboðað Føroyar í Norðurlandameistaraheitinum í talvi og  yvirhøvur verið virknir í heimligu kappingunu. Sandavágs Talvfelag hevur verið – og er – millum tey sterkastu og virknastu feløgini í føroyskari telving – framtíðin sær bjørt út!

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …