Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Suveren oddalið

Suveren oddalið

Tvey lið skaraðu framúr í landskappingini í talvi, sum endaði leygardagin. Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag vóru í flokki fyri seg. Bara eitt stig var á muni teirra millum tá avtornaði, men heili sjey stig vóru aftur til Klaksvíkar Talvfelag á triðja plássi.

Oddaliðini vunnu bæði níggju av tíggju dystum í alt. Sínamillum fingu tey hvør sín sigur. Sandavágs Talvfelag hevur í nøkur ár havt serstøðu sum oddalið í føroyskari telving. Tað er í roynd og veru tankavekjandi, tí felagið var í nógv ár elevatorlið millum 1.- og 2. deild. Brádliga kom vend í. 

Kollveltingin

Søgan er í stuttum tann, at fremsti telvarin í bygdini – og ein av landsins bestu telvarum í fleiri ár – fekk tveir synir, sum báðir eru úrmælingar at telva. Torkil er pápin, og Rógvi og Høgni eru synirnir. Felagið fekk eisini munagóðan styrk uttaneftir. Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen eiga báðir sín lut í nøkrum av sigrunum undanfarnu árini.

Vit eiga í hesum sambandi ikki at gloyma veruliga íbirtaran í Sandavágs Talvfelag. Gutti Petersen var í mong ár ein trúgvur og áhaldin felagsmaður og undangongumaður. Hjá honum man tað vera serliga hugaligt at skoða glæsiligu avrikini hjá felagnum seinnu árini. Í ár hava bara sandavágsmenn mannað besta lið felagsins. Silas Eyðsteinsson hevur nú ment seg til dygdargóðan 1. liðsspælara aftrat faðiri og syni á fremru borðunum.

Men tað skerst ikki burtur, at brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen eru bulurin á sterka sandavágsliðnum. Báðir hava framúrskarandi úrslit á ovaru borðunum. Og tá ið so bæði Torkil og Silas hava yvir 50 prosents skoru á niðaru borðunum, verður úrtøkan hjá liðnum rímiligt ógvuliga góð.

Dream Team vann

Hugtakið Dream Team varð nevnt, tá Havnar Telvingarfelag kunngjørdi manningina á 1. liði í vetur. Nú skuldi sigursrøðin hjá Sandavágs Talvfelag steðgast. Tað eydnaðist, men einans við bit og slit.

Trý ting vóru avgerandi. Helgi Dam Ziska var heimfluttur sum nýklaktur stórmeistari, men í veruleikanum fekk hann ikki avgerandi týdning, tí hann var bara við í tveimum dystum. Hevði hann verið fastur maður, er ivasamt, um stórvegis spenningur hevði verið í kappingini.

Tveir aðrir telvarar høvdu stóran týdning. Olaf Berg var heimfluttur úr Danmark, og Carl Eli Samuelsen vendi umsíðir aftur á slóðina eftir drúgva talvútisetu í Vestmanna og Sandavági. Hinir tríggir vóru eisini ógvuliga hollir. Martin Poulsen hevur altíð verið álitismaður hjá barnsdómsfelagnum, Sjúrður Thorsteinsson hevði eitt rimmar úrslit, men tað var eisini væntandi eftir framúr góðu olympisku luttøkuna í fjør heyst. Og so er heldur ikki at gloyma, at Herluf Hansen – ein annar av trúgvu stríðsmonnum felagsins – var munagóður eykamaður.

Einmansavrik

Sum áður nevnt eru góðu úrslitini hjá jøvnu toppliðunum grundað á óvanliga góð einstaklingsúrslit hjá summum lyklaspælarum á liðunum.

Her síggjast úrslitini hjá hvørjum telvara á báðum fremstu liðunum:

Havnar Telvingarfelag 30½

1. Helgi Dam Ziska  1½/2

2. Olaf Berg 6½/10

3. Martin Poulsen 5/7

4. Carl Eli Samuelsen 7½/10

5. Sjúrður Thorsteinsson 9/10

6. Herluf Hansen 2/2

Sandavágs Talvfelag 29½

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 8/10

2. Høgni Egilstoft Nielsen 9½/10

3. Torkil Nielsen 6/10

4. Silas Eyðsteinsson 6/9

5. Finnbjørn Zachariassen 0/1

22. FM-heitið

Sigurin hjá Havnar Telvingarfelag í ár var tann fyrsti í fimm ár, men tann 22 í røðini, síðani farið var undir regluligar FM-kappingar millum feløg veturin 1970/71. Í alt hava sjey feløg vunnið meistaraheitið hesi árini. Eitt av hesum feløgum er ikki virkið longur – talvfelagið Streymur í Hvalvík/Streymnesi.
Eitt ættarliðsskifti er farið fram í Havnar Telvingarfelag. Allir á FM-liðnum eru í góðum árum; tann elsti, Carl Eli Samuelsen, er 37 ár. Hann kom á 1. lið í seinnu hálvu í 90-árunum. Við undantaki av Sjúrði Thorsteinssyni, sum er uppvaksin á Tvøroyri, men nú býr og arbeiðir í Havn, eru hinir fimm allir havnardreingir og hava fingið sína talvfrálæru í talvhúsinum í R.C. Effersøesgøtu.
FM-lið 1. deild 
1971-2017
1971 HT
1972 HT
1973 KT
1974 HT
1975 HT
1976 VT
1977 HT
1978 HT
1979 HT
1980 HT
1981 HT
1982 HT
1983 HT
1984 HT
1985 VT
1986 TFS
1987 TT
1988 KTF
1989 HT
1990 HT
1991 KTF
1992 VT
1993 KT
1994 KT
1995 HT
1996 KTF
1997 KTF
1998 KT
1999 KTF
2000 HT
2001 HT
2002 VT
2003 HT
2004 KTF
2005 HT
2006 VT
2007 KTF
2008 VT
2009 HT
2010 KTF
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
HT 22 (Havnar Telvingarfelag)
KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)
VT 6 (Vestmanna Talvfelag)
ST 5 (Sandavágs Talvfelag)
KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)
TT 1 (Tofta Talvfelag)
TFS 1 (Talvfelagið Streymur)

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.