Heim / Havnin ella Sandavágur?

Havnin ella Sandavágur?

Leygarmorgunin 18. mars klokkan 10 verða fyrstu leikirnir fluttir í øllum dystum í seinasta umfari í landskappingini fyri lið í talvi 2017. Telvað verður í Gula Skúla við Landavegin í Havn. Innkoyring er við gamla Restorfs Bryggjarí.

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, flytur fyrsta leikin í toppdystinum millum oddaliðini Havnina og Sandavág. Umboð fyri Tórshavnar Býráð handar vinnandi liðum steyp og heiðursmerki, tá liðugt er seinnapartin.

FM-heitið skal avgerast í innanhýsis dystinum millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Havnin stendur til at bróta fýra ára FM-sigursrøðina hjá vágaliðnum, men avgerðin er ikki fallin enn. Eitt stig røkkur hjá havnarmonnum, men vinnur Sandavágur 3½-½, stendur á jøvnum, og tá kann tað koma til umdyst.

Spenningur er eisini í botninum. Trý lið eru í niðurflytingarvanda, so her er nógv at spæla fyri.

Flytur Gøta upp?

Spenningur er eisini í 2. deild. Her stendur stríðið um uppflyting millum Gøtu og Sandavág. Gøtu Talvfelag er eitt stig undan. Gøtumenn hava ikki verið í fremstu deildini í nógv ár, men her hava teir ein gyltan møguleika.

Í 3. deild er líkt til, at Havnar Telvingarfelag vinnur. Runavíkar Talvfelag er í hølunum á teimum, og oddaliðini møtast í innanhýsis dysti í morgin.

Tað eru tí nógvir spennandi dystir í hesum seinasta umfarinum í liðkappingini í morgin.

Støðan í 1. deild

1. Havnin 29½

2. Sandavágur 26½

3. Klaksvík 21

4. Havnin 2 11½

5. Kollafjørður 10½

6. Klaksvík 2 9

Dystir í síðsta umfari:

Havnin – Sandavágur

Klaksvík 2 – Havnin 2

Kollafjørður – Klaksvík 1

Støðan í 2. deild

1. Gøta 21

2. Sandavágur 20

3. Vestmanna 18½

4. Havnin 4 17

5. Havnin 3 16

6. Toftir 13½

Dystir í síðsta umfari:

Gøta – Vestmanna

Havnin 3 – Sandavágur

Toftir – Havnin 4

Oddastøðan í 3. deild

1. Havnin 19½

2. Runavík 16

3. Kollafjrøður 16

9 lið

Toppdystur í síðsta umfari:

Runavík – Havnin

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …