Heim / Umdystur í liðkappingini

Umdystur í liðkappingini

Síðsta umfar í liðkappingin verður telvað í Gula skúla í Tórshavn 18.03.2017 kl. 10.00. Spenningurin er so stórur, at nógv lið kunnu enda jøvn. Í reglunum fyri liðkappingina stendur hetta:

Reglur fyri liðkappingina

§10

Endaliga raðfylgjan í deildini verður gjørd eftir, hvussu nógv stig hvørt liðið hevur tilsamans. Stendur á jøvnum, verður tað liðið fremri, ið hevur flest matchstig (dystarstig) (2 fyri vunnan dyst, 1 fyri javnleik og 0 fyri taptan dyst). Stendur framvegis á jøvnum, skal verða skipað fyri umdysti, hetta tá tað snýr seg um vinnara ella niðurflytara.

 

Reglurnar siga einki um, hvussu umdysturin verður skipaður. Avgjørt er, at tíðin í umdystinum er 10 min. + 5 sek. Lutakast verður um, hvør hevur hvítt á fyrsta borði. Um framvegis stendur á jøvnum, verður nýggjur umdystur telvaður við tíðini 3 min. + 2 sek. Hendan tíðin verður brúkt, til ein vinnari verður funnin.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …