Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vaktarskifti í Havnar Telvingarfelag
Jóannes Vitalis Hansen

Vaktarskifti í Havnar Telvingarfelag

Nýggj leiðsla hevur tikið við í elsta talvfelagnum í landinum. Ein fyribils arbeiðsnevnd hevur stjórnað felagnum í nøkur ár, men í gjárkvøldið var heilt nýggj nevnd vald á fyrsta regluliga aðalfundi felagsins í eini fýra ár.

Hesir manna nýggju nevndina:

Jóannes Vitalis Hansen, formaður

Øssur Joensen, næstformaður

Sveinur Thomassen, kassameistari

Suni Merkistein, skrivari

Helgi Dam Ziska, nevndarlimur

Súni Jacobsen, tiltakslimur

Hølisviðurskiftini er eitt átrokandi mál hjá felagnum at bøta um. Felagshúsið í R.C. Effersøesgøtu verður ikki longur brúkt til at telva í. Felagið húsast í løtuni í Ytra Skúla við Landavegin, vanliga róptur Guli Skúli, men tað er ein fyribilsloysn.

Havnar Telvingarfelag fyllir um seks ár 100, og nú verður miðað eftir at fáa felagnum haldgott støði at standa á til ta tíð.

Felagið hýsir leygardagin øllum dystunum í seinasta leikumfari í landskappingini. Havnar Telvingarfelag stendur til at vinna tvær av trimum deildum, og spenningurin er tí stórur millum limirnar. Telvað verður í Gula Skúla, og byrjað verður fyrrapartin kl. 10.00.

Sí eisini

Aðalfundur verður 15. apríl 2024

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mánadagin tann 15. apríl 2023 kl. 19:00 í Skúlanum á Giljanesi.