Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / GP 8 í Tórshavn 24-26 mars

GP 8 í Tórshavn 24-26 mars

Onnur Open kapping, í hesum kappingarárinum, verður í Tórshavn vikuskiftið 24.-26. mars .

Stað:

Guli Skúli (minnist til inniskógvar)

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  24. mars kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 24. mars.

Tilmelding:

Tilmelding á faroechess@faroechess.com ella 221422, í seinasta lagi hósdagin 23. mars  kl. 20.00!

 

Møtið Fjølment !

Havnar Telvingarfelag

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …