Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM 2017 1. og 2. umfar: Benjamin bestur av føroyingunum

NM 2017 1. og 2. umfar: Benjamin bestur av føroyingunum

Í dag eru tvey tey fyrstu umførini farin afturum í NM kappingini fyri skúlaungdóm. Í 1. umfari fingu okkara unglingar 2,5 stig, meðan tað hilnaðist eitt vet betri í 3. umfari, har 3 stig komu til høldar.
Benjamin Reinert Fjallheim er higartil bestur av føroyingunum. Hann hevur fingið 1,5 stig av 2 møguligum.

Bólkur A
Høgni E. Nielsen, ið er hægst styrkismettur (2324), fekk í dag einans 0,5 stig. Í 1. umfari telvaði Høgni javnt ímóti Benjamin Helander (Finnland, 1914), meðan hann í 2. umfari tapti ímóti Timo Syvalahti (Finnland, 2149). Í 3. umfari í morgin hevur Høgni svart ímóti Alseit Kizatbay (Norra, 1948), ið hevur 0,5 stig, eins og Høgni.
Silas Eydsteinsson (2014) tapti sítt talv í 1. umfari ímóti Viktor Nielsen (Danmark, 2232), ið hevur lagt seg á odda í bólkinum við fullum stigatali. Í 2. umfari vann Silas ímóti Martin Saltvedt (Norra, 2056). Í 3. umfari hevur Silas svart ímóti Axel Berglind (Svøríki, 2130), ið eisini hevur 1 stig.

Bólkur B
Janus Skaale (1696) tapti bæði síni talv í dag, ímóti ávíkavist Valo Hallman (Finnland, 2142) og Ellen Fredericia Nilssen (Danmark, 1834), ið er dóttur navnframa føroyska telvaran, John Arna Nilssen. Í 3. umfari hevur Janus svart ímóti Andy Fang (Svøríki, 1846), sum hevur 1 stig.
Kaj Olsen (1513) tapti eisini bæði síni talv í dag. Fyrra talvið var ímóti Sophus Mechlenburg Moller (Danmark, 2115), meðan seinna talvið var ímóti Andy Fang. Í 3. umfari møtir Kaj Joakim Nilsson (Svøríki, 2014), ið somuleiðis hevur sítt fyrsta stig til góðar.

Bólkur C
Leif Reinert Fjallheim (1695) hevur 1 stig eftir 2 tey fyrstu umførini. Í 1. umfari tapti Leif móti Santiago Grueso Cordoba (Svøríki, 2168), meðan hann í 2. umfari vann á Hanna Laihonen (Finnland, 1509). Í 3. umfari møtir Leif Gabriel Nguyen (Svøríki, 1968), sum eisini hevur 1 stig.
Suni I Horni Nielsen (1152) tapti bæði síni fyrstu talv, móti ávíkavist Mads Vestby-Ellingsen (Norra, 1981) og Adesh Easan (Danmark, 1861). Í morgin møtur Suni við hvítum Hanna Laihonen.

Bólkur D
Benjamin Reinert Fjallheim (1289) spældi sítt fyrsta talv javnt ímóti Oliver Wartiovaara (Finnland, 1684), meðan hann í 2. umfari vann á David Nesse (Norra, 1747). Sera góður dagur og úrslit hjá Benjamini, sum í 3. umfari møtir Nienke van den Brink (Danmark, 1743), ið eisini hevur 1,5 stig.
Jón I Horni Nielsen (1330) telvaði javnt í 1. umfari móti Nienke van den Brink, og tapti í 2. umfari móti Robert Luu (Ísland, 1629). Í fyrra talvinum í morgin møtir Jón Philip Sandberg (Svøríki, 1951).

Bólkur E
Luitjen Akselsson Apol (1497) og Elias Petersen møttust í 1. umfari, og her stóð Luitjen eftir sum vinnari. Í 2. umfari taptu teir báðir, móti ávíkavist Edvin Trost (Svøríki, 1843) og Anton Sinitsyn (Finnland, 1488). Í 3. umfari møtir Lutijen Volter Aapola (Finnland, 1442), meðan Elias møtir Marius Boss Sørensen (Danmark, 1409).

 

Eftir 2 umfør er støðan eftir liðum, hendan:

1. Finnland & Norra, 12 stig
3. Ísland, 11,5 stig
4. Svøríki, 9,5 stig
5. Føroyar, 8 stig
6. Danmark, 7 stig

Kaj Olsen (FAI B) 2 Suni I Horni Nielsen (FAI C) Leif Reinert Fjallheim (FAI C) Kaj Olsen (FAI B) Jon I Horni Nielsen (FAI D) Janus Skaale (FAI B) FM Hogni Egilstoft Nielsen (FAI A) Elias Petersen (FAI E)

Benjamin Reinert Fjallheim (FAI D)

Myndirnar eigur USF/Kristoffer Gressli

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …