Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 19. februar kl. 14, í Gula skúla* í Havn

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 19. februar kl. 14, í Gula skúla* í Havn

Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina 🙂

Telvað verður í 3 aldursbólkum:

  • 2 flokkur og yngri
  • 3 til 6 flokk
  • 7 til 10 flokk

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað – tá ið Tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa Meira javnt stórar bólkar.

Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Medaljur verða latnar trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjakvøld 17 februar kl. 20!
á telduposti: faroechess@faroechess.com
ella við SMS til tlf 221422.

Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva

– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði

– tað er ikki at halda seg aftur !

 

Talvsamband Føroya

http://faroechess.com/

cropped-logo_fp.png

 

ungdomar

*Guli skúli liggur á landavegi 30. Tað er í garðinum aftanfyri gamla Restorffs bryggjarí

 

Sí innbjóðing sum pdf-fílu her.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …