Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Framvegis spenningur
lidkapping2

Framvegis spenningur

Spenningurin er ikki fokin í fremstu deildini í landskappingini í talvi, tó at oddaliðið Havnin vann toppdystin á føroyameistarunum Sandavági í tí fyrra av tvinnanda leikumførum í dag.

Eftir dystirnar í fimta umfari, sum byrjaðu í morgun, hevði Havnar Telvingarfelag við 3-1 sigri otað seg fýra stig framum Sandavág. Men nú dystirnir í sætta umfari eru lidnir í kvøld, hava sandavágsmenn táttað nakað í, soleiðis at munurin er dragnaður niður í trý stig.

Vágamenn gjørdu bart móti kollfirðingum í kvøld og vunnu 4-0. Silas Eyðsteinsson var aftur á 4. borði hjá Sandavági, eftir at Finnbjørn Zachariassen loysti hann av í dystinum móti Havnini í morgun.

Og hjá Havnini var eisini ein broyting gjørd í sætta umfari. Helgi Dam Ziska var ikki við í seinna dystinum í dag, í staðin kom Sjúrður Thorsteinsson aftur á liðið. Olaf Berg tapti á 1. borði fyri Herluf Hansen í innanhýsis dystinum millum bæði havnarliðini, og tað bar so í sær, at Sandavágur nú er eitt stig nærri Havnini enn teir vóru eftir fimta umfar.

1. lið hjá Klaksvík vann báðar dystirnar í dag, og nærkast spakuliga oddaliðunum. Í innanhýsis dystinum millum liðini úr Klaksvík, var A-liðið eirindaleyst. Teir tríggir frændurnir, Eyðun, Rani og Steintór og íslendski útróðrarmaðurin Rúnar Berg tryggjaðu fult hús.

Úrslitini í 1. deild í dag:

5. umfar

Havnin 1 – Sandavágur 3-1

Havnin 2 – Klaksvík 2  3-1

Klaksvík 1 – Kollafjørður 2½-1½

6. umfar

Sandavágur – Kollafjørður 4-0

Havnin 2 – Havnin 1  1-3

Klaksvík 1 – Klaksvík 2  4-0

Støðan í 1. deild:

1. Havnin 1  20½

2. Sandavágur 17½

3. Klaksvík 1  14½

4. Havnin 2  10

5. Kollafjørður 5

6. Klaksvík 2  4½

Støðan í Í 2. deild:

1. Gøta 14½

2. Havnin 12½

3. Sandavágur 12

Støðan í 3. deild:

1. Havnin 14

2. Kollafjrøður 12

3. Sandavágur 11½

Telvað verður aftur 12. februar, tá 7. umfar er á skránni. Dystirnir í 1. deild verða hesir:

Havnin 1 – Klaksvík 1

Havnin 2 – Sandavágur 1

Klaksvík 2 – Kollafjørður

Landskappingin endar 18. mars, tá dystirnir í tíggjunda og síðsta umfari verða telvaðir.

Meira er um landskappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …