Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Fyrstu leikirnir í ár

Fyrstu leikirnir í ár

Eftir drúgvan vetrarsteðg verður í dag aftur farið at telva í  føroysku landskappingini. Klokkan tvey byrja dystirnir í fjórða umfari í øllum trimum deildunum.

Í 1. deild eru dystirnir hesir: Sandavágur-Klaksvík 1, Kollafjørður-Havnin 2 og Klaksvík 2-Havnin 1.

1. lið hjá Havnar Telvingarfelag hevur 11 stig, fleirfaldu føroyameistarnir úr Sandavági hava 10 stig, og Klaksvík 1 hevur 6½ stig. Í 2. deild er Gøtu Talvfelag á odda, og í 3. deild er Havnar Telvingarfelag fremst. Í 1.- og 2. deild eru liðini seks, og í 3. deild eru í alt níggju lið.

Aftur Helgi

Millum jóla og nýggjárs var árliga føroyameistarakappingin í snartalvi hildin í Havn. 28 telvarar kappaðust. Vinnari á tólvta sinni var Helgi Dam Ziska. Hann fekk seytjan av átjan stigum. Støðan í oddanum var henda:

1. Helgi Dam Ziska 17

2. John Rødgård 15½

3. Martin Poulsen 13

Helgi hevur vunnið øll árini síðani 2004 uttan eitt ár, tá hann var burturstaddur. Fyrsta FM-snarkappingin var í 1980, og vinnararnir hava verið hesir:

FM í snartalvi

1980 Bjarki Ziska, HT
1981 Súni Ziska, HT
1982 Bjarki Ziska, HT
1983 Andrias Ziska, HT
1984 Jens Chr. Hansen, TT
1985 Bogi Ziska, STF
1986 Torkil Nielsen, ST
1987 Leif Kristensen, GT
1988 Heini Olsen, KTF
1989 Heini Olsen, KTF
1990 Steintór Rasmussen, KTF
1991 Heini Olsen, KTF
1992 Heini Olsen, KTF
1993 Heini Danielsen, HT
1994 Ólavur Simonsen, KTF
1995 Martin Brekká, TFS
1996 Torbjørn Thomsen, KT
1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT
1998 John Rødgård, VT
1999 Eyðun Nolsøe, KTF
2000 Finnbjørn Vang, KTF
2001 John Rødgård, VT
2002 John Rødgård, VT
2003 John Rødgård, VT
2004 Helgi Dam Ziska, HT
2005 Helgi Dam Ziska, HT
2006 Helgi Dam Ziska, HT
2007 Helgi Dam Ziska, HT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Helgi Dam Ziska, HT
2010 Helgi Dam Ziska, HT
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 John Rødgård, VT
2013 Helgi Dam Ziska, HT
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …