Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi í topp 20
ol_2016_10_hdz

Helgi í topp 20

Nú altjóða talvsamgongan, FIDE, hevur kunngjørt nýggja desember-styrkilistan, sæst, at Helgi Dam Ziska telist millum fremstu telvarar í norðurlondum. Talið hjá føroyska stórmeistaranum er nú kvinkað upp í 2555 – hansara hægsta nakrantíð. Taka vit øll norðurlond undir einum, so er Helgi nú nummar 18 í alt.

Noreg er sterkasta talvtjóð í norðurlondum. Helgi hevði verið nummar seks í Noregi. Í Danmark og Svøríki hevði hann verið nummar fimm, í Íslandi nummar fýra og í Finnlandi nummar tvey.

Her er aktuelli topp-20 listin í norðurlendskari telving:
1. GM Magnus Carlsen (Noreg) 2840
2. GM Peter Heine Nielsen (Danmark) 2645
3. GM Nils Grandelius (Svøríki) 2643
4. GM Jon Ludvig Hammer (Noreg) 2628
5. GM Simen Agdestein (Noreg) 2602
6. GM Evgenij Agrest (Svøríki) 2593
7. GM Curt Hansen (Danmark) 2596
8. GM Sune Berg Hansen (Danmark) 2591
9. GM Aryan Tari (Noreg) 2584
10. GM Tomi Nyback (Finnland) 2572
11. GM Emanuel Berg (Svøríki) 2572
12. GM Hannes Stefansson (Ísland) 2570
13. GM Erik Blomqvist (Svøríki) 2567
14. GM Heðinn Steingrímsson (Ísland) 2564
15. GM Hjørvar Steinn Gretarsson (Ísland) 2563
16. GM Lars Bo Hansen (Danmark) 2560
17. GM Frode Urkedal (Noreg) 2557
18. GM Helgi Dam Ziska (Føroyar) 2555
19. GM Mads Andersen (Danmark) 2547
20. GM Jóhann Hjartarson (Ísland) 2540


Topp 10 í Føroyum

Føroyski topp 10 listin hjá FIDE er í løtuni hesin:
1. Helgi Dam Ziska 2555
2. Rógvi Egilstoft Nielsen 2351
3. John Rødgård 2320
4. John Arni Nilssen 2311
5. Olaf Berg 2309
6. Høgni Egilstoft Nielsen 2262
7. Martin Poulsen 2225
8. Jóan Hendrik Andreasen 2216
9. Sjúrður Thorsteinsson 2209
10. Carl Eli N. Samuelsen 2207

Sí eisini

Jóannes Vitalis Hansen

Vaktarskifti í Havnar Telvingarfelag

Nýggj leiðsla hevur tikið við í elsta talvfelagnum í landinum. Ein fyribils arbeiðsnevnd hevur stjórnað felagnum …