Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open – Helgi snávaði

Runavík Open – Helgi snávaði

Klokkan tvey í dag var farið undir seinasta umfar í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Møguleikarnir hjá Helga Dam Ziska at vinna kappingina eru helst farnir. Í gjárkvøldið tapti hann fyri íslendska stórmeistaranum Jóhann Hjartarson. Ósigurin er tann einasti í kappingini hjá okkara nýggja stórmeistara.

Helgi telvaði hart og kontant við svarta fólkinum í sisilianskum. At síggja til legði hann nógv fyri at vinna. Helst yvirspældi hann støðuna í royndini at søkja at kongsborgini við frúgv og róki. Royndi íslendski stórmeistarin stóð sum drangur í brimi og avgjørdi talvið við góðum mótálopi.

Oddamaðurin Guðmundur Kjartansson telvaði aftur remis í gjár, og er tí eitt stig undan Helga.

Føroyingarnir bíta frá sær

Eftir heldur slaka byrja, eru fleiri av hinum føroysku telvarunum rættiliga komnir á lagið. Hans Kristian Simonsen telvaði javnt móti danska stórmeistarnum Jakob Vang Glud í longum og spennandi talvi, og Ólavur Simonsen telvaði eisini remis móti donskum altjóða meistara. Talvið móti Simon Bekker-Jensen var eisini drúgt og undirhaldandi.

Rógvi Egilstoft Nielsen og Olaf Berg telvaðu javnt sínamillum. Teir hildu leingi á, og góvust ikki fyrr enn komið var út í javnt endatalv. John Rødgård vann á Rógva Mortensen, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti fyri 14 ára gamla íslendska stórtalentinum Vignir Vatnir Stefansson.

Rógvi avgerandi leiklut

Í seinasta umfari í dag telvar føroyameistarin Rógvi Egilstoft Nielsen móti oddafiskinum Guðmundi Kjartanssyni.

Hann er einsamallur á odda, eitt hálvt stig fremri enn Jóhann Hjartarson og Miguel Munoz.

Støðan fyri seinasta umfar:

1. Guðmundur Kjartansson 6½ stig

2. Jóhann Hjartarson 6

3. Miguel Munoz 6

4. Helgi Dam Ziska 5½

5. Nikolaj Mikkelsen 5½

Í seinasta umfari telva hesir sínamillum:

Guðmundur Kjartansson-Rógvi Egilstoft Nielsen

Helgi Dam Ziska-Miguel Munoz

Jakob Vang Glud-Jóhann Hjartarson

Olaf Berg-Nikolaj Mikelsen

Vladimir Havitevici-Hans kristian Simonsen

Ólavur Simonsen-Daniel Semcesen

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …