Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Runavík Open – Soltið hjá føroyingum

Runavík Open – Soltið hjá føroyingum

Eingin av føroysku telvarunum formáddi sær nakað móti sterku útlendsku mótstøðuni í øðrum umfari í altjóða talvkappingini Runavíkar Open í Løkshøll mánadagin.

Helgi Dam Ziska mátti sættst við remis (javnleik) við svarta fólkinum móti næstbesta føroyinginum á altjóða styrkilistanum, føroyameistaranum Rógva Egilstoft Nielsen. Sandavágsmaðurin gav føroyska stórmeistaranum ein skarpan gang og helt tørn allan vegin. Eitt skifti var líkt til, at Helgi fór at knógva honum, men í góðum mótálopi eydnaðist Rógva at fáa upp javna støðu.

Spennandi at síggja, um Rógvi fer at halda á við góðu telvingini komandi dagarnar. Kappingin átti at verið gylt høvi hjá gávuríka vágamanninum at fara eftir einum IM-normi.

John Rødgård, Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen, Ólavur Simonsen, Hans Kristian Simonsen og Silas Eyðsteinsson taptu allir.

Úrslitini hjá fremstu føroyingunum í 2. umfari:

Rógvi Egilstoft Nielsen – IM Helgi Dam Ziska ½ – ½

IM Vladimir Havitevici – IM John Rødgård 1 – 0

Olaf Berg – GM Jakob Vang Glud 0 – 1

Høgni Egilstoft Nielsen – IM Simon Bekker-Jensen 0 – 1

GM Miguel Munoz – Ólavur Simonsen 1 – 0

GM Thróstur Thórhallsson – Hans Kristian Simonsen 1 – 0

IM Guðundur Kjartansson – Silas Eyðsteinsson 1 – 0

Í morgin mikudagin er fyrri dagurin við tvinnanda umførum. Byrjað verður longu í morginári kl. níggju. Tá er triðja umfar. Kl. 15.00 verður farið undir fjórða umfar.

Sterku gestirnir

Her er stutt gjøgnumgongd av stinnastu gestunum í altjóða talvkappingini í Runavík:

GM Jóhann Hjartarson (Ísland) 2541

53 ára gamal. Íslandsmeistari í ár. Mætasti telvari í Íslandi síðani Fríðrik Ólafsson, sum útinti síni størstu brøgd í 50- og 60-árunum. Stórmeistari í 1985. Spældi seg fram í fjórðingsfinaluna í HM-kappingini fyri einstaklingar í 1988, men tapti tá fyri fyrrverandi heimsmeistaranum Anatolij Karpov. 80-ini vóru stóru árini hjá Jóhann og íslendskari telving. Saman við Margeir Petursson, Helga Ólafsson og Jón L. Árnason setti hann Ísland á talvheimskortið. Við hesari manning sum kjarnu gjørdist Ísland nummar 4 í talv-OL í Dubai í 1986. Jóhann hevur telvað lítið seinnu árini. Í løtuni er hann nummar 4 í Íslandi.

GM Jacob Vang Glud (Danmark) 2506

28 ára gamal. Stórmeistari í 2014. Í fremstu røð í danskari telving seinnu árini. Umboðað Danmark í talv-OL seinastu fimm ferðirnar. Liðfelagi hjá Helga Dam Ziska á danska meistaraliðnum Philidor. Í løtuni nummar 8 í Danmark.

IM Vladimir Hamitevici (Moldova) 2484

Føddur 1991. Altjóða meistari og meistari í Moldova í 2010. Umboðað Moldova í talv-OL í 2010, 2014 og 2016.

IM Simon Bekker-Jensen (Danmark) 2473

Føddur 1980. Altjóða meistari 1999. Frammarlaga í danskari telving í fleiri ár, men ikki gjørt seg galdandi av álvara í DM-einstaklingskappingini ella á landsliðnum. Í løtuni nummar 11 í Danmark.

GM Daniel Semcesen (Svøríki) 2469

Føddur 1986. Svøríkismeistari í 2014. Stórmeistari sama ár. Í løtuni nummar 14 í Svøríki.

IM Nikolaj Mikkelsen (Danmark) 2669

Føddur 1988. Altjóða meistari í 2008. Liðfelagi hjá Helga Dam Ziska í Philidor. Á danska OL-liðnum 2010. Í løtuni nummar 12 í Danmark.

GM Miguel Munoz (Spania) 2457

Føddur 1975 í Peru. Umboðaði Honduras í talv-OL í 1990. Spanskur ríkisborgari síðan stutt eftir aldamótið. Altjóða meistari 2002 og stórmeistari í 2012. Nummar 40 í sterka talvlandinum Spania.

IM Guðmundur Kjartansson (Ísland) 2438

Føddur 1988. Altjóða meistari 2009. Íslandsmeistari í 2014.  Umboðað Ísland í talv-OL seinastu tvær ferðirnar. Í løtuni nummar 14 í Íslandi.

GM Tróstur Tórhallsson (Ísland) 2317

Føddur 1969. Altjóða meistari 1987 og stórmeistari í 1996. Í fremstu røð í íslendskari telving í drúgt áramál. Hevur umboðað Ísland á nógvum talvolympiadum frá 1988 til 2014. Í løtuni nummar 16 í Íslandi.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …