Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Altjóða talvkapping í Runavík
talv-header2

Altjóða talvkapping í Runavík

Stór altjóða talvkapping verður í Føroyum í komandi viku. Kappingin verður í Løkshøll í Runavík. Telvað verða níggju umfør frá mánadegnum 21. november til 28. november. Tveir av døgunum er dultumfar.

Seks stórmeistar og fimm altjóða meistarar eru í kappingini. Tá rokna vit Helga Dam Ziska sum stórmeistara, tó at hann er ikki formliga tilnevndur enn. Tað verður hann helst ikki fyrr enn á ráðstevnu í Doha seinni í desember. Men hóast stórmeistaraheitið er tryggjað, verður hann av kappingartekniskum ávum roknaður sum altjóða meistari í hesi kappingini. 

Tað er Runavíkar Býráð, sum hevur tikið stig til kappingina og skipar fyri henni saman við Talvsambandi Føroya. Tað er neyvan nakað dulsmál, at eldsálirnar í hesari verkætlan eru Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Helgi L. Petersen, ið hevur verið varaborgarstjóri. Báðir eru sera talváhugaðir, og Helgi L.Petersen er virkin telvari.

Helgi favorittur

Nýklakti føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur hægsta styrkitalið í kappingini. Tríggir eru omanfyri 2500 í rating. Umframt Helga er talan um Jóhann Hjartarson úr Íslandi og Jakob Vang Glud úr Danmark.

Jóhann Hjartarson er mætasti telvari í Íslandi við undantaki av Fríðriki Ólafssyni. Í 1988 spældi hann seg fram í fjórðingsfinaluna í HM-kappingini, men tapti tá fyri Anatolij Karpov. Jóhann er nú 53 ára gamal, og hevur ikki telvað stórvegis seinnu árini, men hann var við á íslendska landsliðnum í Baku í heyst.

Flest allir av fremstu telvarum í Føroyum eru við. Umframt Helga kunnu nevnast John Rødgård, Rógvi Egilstoft Nielsen, Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og Ólavur Simonsen.

Telvararnir eru úr ymsum londum, mest norðurlondum, flest íslendingar, men ein spanskur stórmeistari og makedonskur altjóða meistari kunnu nevnast. Kappingin er almenn, og í løtuni eru slakir 40 telvarar tilmeldaðir.

Meira er at lesa um kappingina á heimasíðuni: www.runavikopen.com

Sí eisini

ungdomar

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 14. mai apríl kl. 13, í Kollafjarðar Skúla

Telvað verður í 5 aldursbólkum: 2. flokkur og yngri 3. og 4. flokkur 5. og …