Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnin á odda

Havnin á odda

Annað umfar í liðkappingini í talvi var um vikuskiftið. Í 1. deild eru Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag lopin avstað undan hinum. 

Havnarmenn gjørdu kvetti í torførum útidysti móti Klaksvíkar Talvfelag. Hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen vóru við, vann havnarliðið stórsigur 3½ – ½. Eyðun Nolsøe var ikki við hjá klaksvíkingum, fyri hann var íslendingurin Rúnar Berg á 2. borði. Hann bjargaði klaksvíkingum undan teirri heilt stóru eyðmýkingini, tí talvið hjá honum móti Carl Eli N. Samuelsen endaði javnt. Á hinum borðunum gjørdi Havnin bart; Olaf Berg vann á 1. borði á Ólavi Simonsen, Sjúrður Thorsteinsson vann á 3. borði á Rana Nolsøe, og Herluf Hansen vann á 4. borði á Steintór Rasmussen.

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vunnu á øðrum liði hjá havnarmonnum, men sigurin var ikki so ruddiligur, sum vágamenn mundu ætla. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu væl og vunnu á fremstu borðunum á Heiðriki Jacobsen og Suna Merkistein. Á 3. borði endaði talvið millum Torkil Nielsen og Rógva Mortensen javnt. Rógvi hevði fyrireikað seg væl til hollendsku byrjanina hjá Torkili, og tóktist at hava tamarhald á støðuni allan vegin. Á 4. borði snávaðu føroyameistarnir. Silas Eyðsteinsson royndi av øllum alvi at vinna eina javna støðu, men legði ov nógv fyri og leyp framav. Arnbjørn Dalsgarð sá straks, hvussu endatalvið kundi vinnast, og veitti føroyameistarunum fyrsta borðtapið higartil.

Í triðja dystinum í 1. deild vunnu kollfirðingar 2½-1½ á øðrum liði hjá Klaksvík. Torbjørn Thomsen tryggjaði norðstreymoyingum sigurin á 2. borði. Á hinum borðunum endaði alt javnt.

Støðan eftir 2. umfar er nú henda: 1. Havnin 7 stig  2. Sandavágur 6½  3. Klaksvík 3½  4. Kollafjørður 2½  5. Klaksvík 2  2½  6. Havnin 2 2 stig.

Í 2. deild er Havnin á odda við 6 stigum, Gøtu Talvfelag er nummar tvey við 5 stigum. Og í 3. deild eru Havnin og Kollafjørður jøvn við 5,5 stigum.

3. umfar er 13. november. Í 1. deild eru dystirnir hesir: Havnin 1 – Kollafjørður, Klaksvík 2 – Sandavágur og Havnin 2 – Klaksvík 1.

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Føroyingar í donsku kappingini

Tveir, sum vóru á føroyska OL-talvlandsliðnum í Baku í heyst, telva við liðum í fremstu donsku deildini – XtraCon-deildini. Kappingin byrjaði um vikuskiftið. Fyrsta umfar var leygardagin, og annað umfar sunnudagin.

Helgi Dam Ziska er á meistaraliðnum Philidor. Í farna kappingarári vann hann øll síni sjey talv, og átti tí stóran lut í DM-sigrinum. Helgi tók um vikuskiftið við, har hann slepti í fjør, tí hann vann báðar dagarnar. Leygardagin vann Philidor 4½-3½ á Jetsmark og sunnudagin 5-3 á Nordre. Helgi sat á 3. borði. Á fyrsta borði hjá Philidor situr Nils Grandelius, sum er fremsti telvari í Svøríki, og røktaði 1. borð á svenska landsliðnum í OL í heyst. Á øðrum borði er danski OL-telvarin Jakob Vang Glud. Helgi hevur væl hægri rating enn hann, men situr kortini eitt borð lægri. Sunnudagin vann Helgi á fyrrverandi heimsmeistaranum í brævatelving, Jørn Sloth.

Hin føroyingurin í XtraCon-deildini er Jóan Hendrik Andreasen. Hann telvar á 1. borði hjá K41, sum hevur heimstað í Valby. K41 hevur fleiri ferðir vunnið DM-heitið, men hevur seinnu árini verið elevatorlið millum fremstu og næstfremstu deildina. Leygardagin tapti K41 6-2 fyri oddaliðnum Brønshøj, og sunnudagin 5½-2½ fyri SK 68. Jóan Hendrik tapti leygardagin fyri svenska stórmeistaranum Tiger Hillarp Persson, men sunnudagin fekk føroyingurin javnt móti altjóða meistaranum Klaus Berg.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …