Heim / FM einstaklingar / FM 2010 / FM 2010 fyri einstaklingar á Giljanesi !

FM 2010 fyri einstaklingar á Giljanesi !

Kappingin

Kappingin fer fram á Giljanesi og byrjar leygardagin 27. mars kl. 18.00. Byrjað verður hvønn dag kl. 14.00, tó at seinasta umfar leygardagin 3. apríl byrjar kl. 11.00. Mánadagin 29. mars er dupultumfar og tá verður byrjað kl. 10.00 og kl. 16.00.

Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

10 hægst rataðu luttakararnir telva í landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í talvi 2010. Teir næstu 10 telvararnir mynda 1. bólk, meðan restin telvar í Almenna bólkinum. Unglingar telva somu tíðir, sum teir vaksnu, um FM-heitið fyri unglingar.

Dómari verður IA Mogens Nielsen.

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 350,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 200,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Tilmelding  

Tilmelding fer fram við at gjalda luttøkugjaldið á konto 6460-463.449.9 í Føroya Banka ella á konto 9181-134.383.3 í EIK.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 24. mars 2010.

Eru spurningar ella ivamál, setið tykkum í samband við Torkil Nielsen, tlf. 53 27 00 ella á jme@post.olivant.fo.

Meldast kann til við at trýsta her, umframt at tilmeldingar higartil kunnu síggjast.

Vinningar

Steyp og peningavirðislønir verða latnar til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Virðislønir verða ikki býttar, um javnt er i stigum. Um FM-heitið í landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum. Í aðra máta verður korrektión nýtt.

Landsliðsbólkur: Vinnari, kr. 5.000, nr.2, kr. 3.000, nr.3, kr. 2.000

1. bólkur: Vinnari, kr. 2.000, nr.2, kr. 1.500, nr.3, kr. 1.000

Almennur bólkur: Vinnari, kr. 1.500, nr.2, kr. 1.000, nr.3, kr. 500

Unglingar: Vinnari, kr. 1.500, nr.2, kr. 1.000, nr.3, kr. 500

Ratingvirðislønir verða eisini latnar.

Vælkomin vestur í Vágar á páskum !

Við talvkvøðu

Sandavágs Talvfelag

Talvsamband Føroya

 

Sí eisini

lidkapping2

ELO ratingtølini dagførd

  ELO ratingtølini fyri Landsliðsbólkin og 1. bólk eru nú dagførd. Sí leinkir á vinstra …