Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: Verður Helgi stórmeistari?
Mynd: Gunnar Bjornsson

OL 2016: Verður Helgi stórmeistari?

Føroyar kunnu fáa sín fyrsta stórmeistara í talvi í dag.

Vinnur Helgi Dam Ziska sítt talv á fyrsta borði í dystinum móti Bolivia í dag, hevur hann lokið kravið til ein stórmeistaranorm, teir rópa. Helgi hevur 5½ stig av 8 møguligum higartil í kappingini. Kravið fyri at gerast stórmeistari er, at tú fær tríggjar sokallaðar GM-normar, og at styrkitalið er omanfyri 2500. Styrkitalið hjá Helga er 2546. Harumframt hevur Helgi vunnið ein GM-norm, og fær hann annan normin í dag, er heitið sum stórmeistari tryggjað, tí normur, vunnin á olympiadu, telur dupult.

Helgi telvar við svarta fólkinum í dag móti altjóða meistara við styrkitali, sum er lægri enn talið hjá Helga, men mótstøðumaðurin hevur sjey av níggju stigum higartil í kappingini. Vinnur Helgi ikki í dag, er óvist, um hann kann tryggja sær heitið sum stórmeistari á hesum sinni.

Helgi var ósigraður til í gjár, tá ið hann tapti í dystinum móti Kina, sum er olympiska gullvinnari. Føroyar eru í løtuni nummar 72 á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Kappingin í Baku endar í morgin.

Dysturin millum Føroyar og Bolivia byrjaði nú á middegi, og til ber á netinum at síggja gongdina leik fyri leik á øllum borðum. Leinkja sæst á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …