Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / OL 2016: 9. umfar: Vit møta olympisku meistarunum

OL 2016: 9. umfar: Vit møta olympisku meistarunum

Tað verður vorðið sum avbjóðing hjá føroyska talvlandsliðnum í Aserbadsjan í morgin. Vit møta sjálvum OL-gullvinnaraliðnum frá seinastu talvolympisku leikunum í Tromsø í 2014 – Kina!

Tað er at undrast á, at okkara vegir skulu umskarast so seint í kappingini. Vit trimum sigrum á rað hevur føroyska liðið vunnið seg heilt fram sum nummar 47 í røðini av teimum 180 londunum, sum kappast í Baku.

Kina, sum er styrkismett nummar 3, hevur óvæntað snávað í báðum seinastu dystunum, og er tí dragnað nakað í røðini. Í gjár tapti Kina 3-1 fyri Onglandi, og í dag 2½-1½ fyri Ungarn. Teir eru tí farnir á rull og eru í løtuni á 33. plássi.

Kinverjar vera helst ikki mjúkir at strúka í morgin. Hjá teimum man setningurin vera púra greiður í morgin. 4-0 móti Føroyum er eitt óreingiligt krav. Allir kinesisku telvararnir eru sokallaðir superstórmeistarar við meira enn 2700 í rating.

Okkara menn eiga at taka uppgávuna sum ein heiður og njóta løtuna. Vit hava alt at vinna, og einki at tapa.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …