Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Altjóða Talvkapping í Runavík
talv_flagg

Altjóða Talvkapping í Runavík

Altjóða Talvkapping í Runavík

Talvsamband Føroya hevur tikið stig til eina altjóða talv kapping, sum hevur fingið heitið Runavik Open. Arbeitt hevur verið í eina tíð at fyriskipa kappingina og nú kann Talvsamband Føroya loksins almennakunngerað at Runavík Open verður í døgunum 21. til 28. November 2016.

Kappingin bjóðar bæði útlendskum og føroyskum telvarum til kappingina, og nú leingi hevur verið róð uppundir kappingina  er orðið komið út og telvarar bæði í Føroyum og uttanlanda hava ótolnast eftir at tilmeldingin skal lata upp.

Talvsamband Føroya og Runavíkar kommuna, sum er høvuðusstuðul, samstarva um kappingina, og hetta fegnast Talvsambandi um.

– vit eru sera glað fyri samstarvið. Runavíkar kommuna vísti beinanvegin áhuga og kommunan hevur víst stóra vælvild í fyrireikingum, sigur formaðurin í Talvsambandi Føroya Finnbjørn Vang úr Azerbjadan.

Føroyskir telvarar og umboð fyri Talvsamband Føroya eru nemliga í hesum døgum í Baku í Aserbadsjan á talvolympiadu, og her niðri verður eisini kunnað um Runavik Open.

Kappingin verður hildin í Løkshøll og fólk hava møguleikan at keypa atgongumerkir fyri ein sámuligan prís. Á heimasíðuni runavikopen.com ber til at fylgja við hvat rørir seg í samband við Runavík Open.

Fyri nærri kunning um Runavík Open vinarliga kontakta

Finnbjørn Vang, forseti, Talvsamband Føroya snarbjorn@hotmail.com 00298 751422

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …