Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Rókur OPEN 2016

Hervið verður bjóðað til RÓKUR OPEN 2016 dagarnar 29-31 jan. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

Rókur OPEN 2016

 

Tilmeldingar higartil: http://chess-results.com/tnr205075.aspx?lan=7

Stað

Felagsskúlin á Oyrarbakka

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin,  29 jan. kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Tíð

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

1. virðisløn 2500 kr + Ognarsteyp

2. virðisløn 1500 kr

3. virðisløn 1000 kr

2 x ratingvirðislønir 500 kr

Luttøkugjald 

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn og ung undir 20 ár.

Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 29. jan.

Tilmelding

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella 271404, í seinasta lagið hósdagin kl. 20.00

Kiosk

Kaffi, te og ábit kann keypast á staðnum.

 

 

Møtið Fjølment !

Talvfelagið RÓKUR

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …