Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Havn, leygardagin 23. januar. 

Telvað verður í Gulaskúla. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

HT-Kvik

Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr204676.aspx?lan=7

 

Kappingin byrjar leygardagin 23. januar  kl. 13.30. Telvað verða 7 umfør.

Tíðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Súna Jacobsen á tlf. 220013 ella kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er leygardagin 23. januar kl. 10.00

Møtið fjølment !

Havnar Telvingarfelag

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …