Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kjølur Open 2016

Kjølur Open 2016

 

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2016 dagarnar 15.-17. jan. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

 

Kjølur Open 2016

Kappingarleisturin er broyttur nakað frá undanfarnum árum. 7. umfør verða telvað, 3 kviktalv fríggjakvøld, 2 langtalv leygardag og 2 sunnudag.

 

Stað

Frítíðarskúlin Snjallabjalla í Klaksvík

 

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin, 15 jan. kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

 

Tíð

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

 

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

 

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 15. jan.

 

Tilmelding

Tilmelding á  tma@kallnet.fo ella 295054, í seinasta lagi hósdagin 14. jan. kl. 20.00

 

Møtið Fjølment !

Klaksvíkar Talvfelag

 

Luttakarar: http://www.chess-results.com/tnr203694.aspx?lan=32

Sí eisini

Høgni á FM-kós

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.