Heim / Ymiskt / Ymiskt / GP 2014/15 Innbjóðing Finalan
tsf logo

GP 2014/15 Innbjóðing Finalan

 

Finalan er 9. og seinasta kappingin hetta kappingarárið. Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

 

Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu kappingina í ávikavíst 2007 og 2008.

Helgi Dam Ziska vann Grand Prix í 2009,2010, 2011, Rógvi Egilstoft Nielsen vann 2012, Olaf Berg vann í 2013. Undan finaluni liggur Høgni Egilstoft Nielsen fremstur. 

 

 

Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki – ella bara partvís – hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.

Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 15. minuttir í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100. 

Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 10. apríl kl. 18.00 á tlf. 53 27 00 (Torkil) ella kappingarleidarin@faroechess.com

 

TALVSAMBAND FØROYA

Sí eisini

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll …