Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Innbjóðing til HT-Open 2016

Hervið verður bjóðað til talvkappingina HT OPEN 2016 dagarnar 22.-24. apríl. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2015/16.

 

Innbjóðing til HT-Open 2016

Stað

Kunngjørt 13.04.16

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin,  22. apríl kl. 19.00, tá ið 3 kviktalv verða telvað.

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Tíð

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Tilmelding

Tilmelding við at senda SMS til 751422, í seinasta lagi hósdagin 21 apríl kl. 20.00.

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er 100 kr., ung og lesandi 50kr. Skal gjaldast á staðnum, fríggjakvøldið 22. apríl, kl. 18.30

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3 umframt ratingvirðislønir.

.

 

Møtið Fjølment !

Havnar Telvingarfelag

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …