Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 21. februar. 

Telvað verður í talvhølinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

Kappingin byrjar leygardagin 21. februar  kl. 11.00. Telvað verða 7 umfør.

Tilmeldingar: http://www.chess-results.com/tnr162088.aspx?lan=7

ST-Kvik 2015

Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingsvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 532700 ella kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 20. februar kl. 20.00

 

Møtið fjølment !

SANDAVÁGS TALVFELAG

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …