Heim / Ymiskt / NM 2015 / NM 1. dagur

NM 1. dagur

 

 

Bólkur A (1995-1997)

Í bólkinum við elstu luttakarunum er tað føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum eigur hægsta styrkistalið. Styrkistalið hjá Høgna er 2370. Harvið verður hann roknaður at vera favorittur hvørja ferð hann setur seg við borðið í hesi kappingini, og í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur føroyameistarin væl og virðiliga megnað tað, sum roknað verður við av honum.

Í fyrsta umfari vann hann við hvíta fólkinum á norska Sigve Holleland (2053), og í øðrum umfari vann hann á íslendska Mikael Johann Karlsson (2077), sum í fyrsta umfari vann á okkara egna Rúna T. Jacobsen (1724). Í øðrum umfari tapti Rúni T. Jacobsen ímóti norska Henrik Oie Lobersli.

 

 

Bólkur B (1998-1999)

Í hesum bólkinum eru tað norski Lars Oskar Hauge (2362) og danski Jesper Søndergaard Thybo (2255), sum eiga hægstu styrkistølini.

Merkisvert var tað, at íslendski Jon Kristinn Thorgeirsson (2059) í fyrsta umfari við svarta fólkinum megnaði remis ímóti Lars Oskar Hauge. Jesper Søndergaard Thybo vann við svarta fólkinum á finska Timo Syvalahti (1947).

Føroysku luttakararnir eru teir við lægstu styrkistølunum. Í fyrsta umfari tapti Eli W. Finsson (1412) við svarta fólkinum ímóti danska Mikkel Manosri Jacobsen (2145), og Bjarki Bertholdsen tapti við hvíta fólkinum ímóti svenska David Bit-Narva (2104). Heldur ikki í øðrum umfari eydnaðist tað føroysku luttakarunum at vinna úrtøku.

 

 

Bólkur C (2000-2001)

Í hesum bólkinum eru føroysku umboðini Janus Skaale (1404) og Kaj Olsen. Í fyrsta umfari taptu teir báðir. Janus tapti við hvítum ímóti danska Sophus Mechlenburg Møller (2064), og Kaj Olsen tapti við svørtum ímóti Joakom Nilsson (1933) úr Svøríki.

Í øðrum umfari eydnaðist tað Kaj Olsen at røkka remis ímóti danska Bjarke Hautop Kristensen, meðan Janus Skaale tapti ímóti Endre Machlik úr Noregi.

 

 

Bólkur D (2002-2003)

Føroysku luttakararnir eru Leif Reinert Fjallheim (1585) og Rógvi Mørkøre. Í fyrsta umfari taptu teir báðir. Leif tapti ímóti finska Toivo Keinanen (2135), sum eigur hægsta styrkistalið í hesum bólkinum, og Rógvi tapti ímóti Daniel Nordquelle (1847) úr Danmark.

Heldur ikki í øðrum umfari eydnaðist tað føroysku luttakarunum at vinna nakað stig. Leir Reinert Fjallheim tapti ímóti svenska Ludvig Carlsson (1395), og Rógvi Mørkøre tapti ímóti íslendska Mykhaylo Kravchuk (1462).

 

 

Bólkur E (2004-2005)

Í hesum bólkinum eru føroysku luttakararnir Benjamin Reinert Fjallheim og Lütjen Akselsson Apol. Í fyrsta umfari taptu teir báðir. Í øðrum umfari eydnaðist tað Lütjen Akselsson Apol at vinna við hvíta fólkinum á finskum mótstøðumanni.

 

Sí eisini

NM 2015

NM 2015: Pictures from round 1

Pictures from round 1


 

NM 2015