Heim / Ymiskt / NM 2015 / NM 2015 byrjar í dag
Skriv

NM 2015 byrjar í dag

Skriv

Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað í Føroyum í vikuskiftinum. 60 ungdómar frá Finlandi, Svøríki, Norra, Danmark, Íslandi og Føroyum kappast í 5 aldursbólkum um at gerast besti norðurlendingur í skúlatelving. Umframt at hýsa útlendsku telvarunum við fylgi, verður kappingin telvað á Hotel Klaksvík. 6 umfør eru á skránni, har fyrsta umfar byrjar fríggjadagin 13 februar kl. 15.00, og seinasta umfar sunnudagin 15 feb. kl. 16.00.

Øll eru vælkomin inn á Hotel Klaksvík at hyggja, men eisini kann fylgjast við á netinum, har øll talvini verða víst live via www.faroechess.com.

Millum føroyingarnar eru størstu vónirnar til Høgna Egilstoft Nielsen, sum er styrkismettur ovast í elsta bólkinum við 2372 ratingstigum. Í hinum bólkunum eru føroysku telvararnir millum teir lægst rataðu, men tað er mangur leikur í longum talvi, so alt kann henda og vónirnar góðar.

Sí eisini

NM 2015

NM 2015: Pictures from round 1

Pictures from round 1


 

NM 2015