Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / RÓKUR OPEN 2015

Hervið verður bjóðað til RÓKUR OPEN 2015 dagarnar 16-18 jan. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

RÓKUR OPEN 2015

Tilmelding higartil:

http://www.chess-results.com/tnr158617.aspx?lan=32

Stað

Felagsskúlin á Oyrarbakka

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin,  16 jan. kl. 18.00, tá ið 1. umfar verður telvað.

Leygardag verður 2. og 3. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Tíð

Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

1. virðisløn 2500 kr + Ognarsteyp

2. virðisløn 1500 kr

3. virðisløn 1000 kr

2 x ratingvirðislønir 500 kr

Luttøkugjald 

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn og ung undir 20 ár.

Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 16. jan.

Tilmelding

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella 503302, í seinasta lagið hósdagin kl. 20.00

Kiosk

Kaffi, te og ábit kann keypast á staðnum.

Svimjing

Bíðitíðin er ofta long, so um onkur vil stytta sær stundir, er møguleika at svimja.

Opið er soleiðis:

Fríggjadagin kl. 17.30-19.30

Leygardagin kl. 08.00-13.00

 

Møtið Fjølment !

Talvfelagið RÓKUR

 

 

 

 

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …