Tá ið OL var í Tromsø í august, høvdu vit eina lítla frágreiðing um wannabe rasarkoyraran í Istanbul, sum tíverri ikki visti av, at hann koyrdi taxabil og ikki Formel-1.

Tíbetur var hann ein OK sjafførur, men sama kann ikki sigast um sjafførin í Tbilisi. Men lat okkum taka tað frá byrjanini.

 

Batumi 1

Leygarmorgunin kl. 5.30 fóru vit (Finnbjørn og Høgni) tveireinir av hotellinum í Keypmannahavn á flogvøllin. Flúgvarin skuldi fara kl. 7.30, so vit vóru í góðari tíð.

Sjálvandi tá ið man nú fer avstað tíðliga, so verður flúgvarin seinkaður. Tað er líka sum eitt sindur typiskt, men tað var so ikki meira enn 1 tíma – tað kann man liva við.

 

Flogtúrurin var fínasta slag, eingir trupulleikar við nøkrum sum helst, og vit vórðu ikki ov seinir til næsta flúgvarin,tí hann var eisini nakað seinkaður.

Tann flogtúrurin var eisini okay, men tíverri var setrið brotið ella oyðilagt, og uttan nakrar royndir á økinum, hevði man kenslu av álvarsligari misrøkt av endatarminum.

Og sum um tann upplivingin ikki var nokk fyri dagin,so byrjaði tað veruliga at blíva stuttligt á flogvøllinum.

Fyrst kom einki viðførið, síðani funnu vit útav at eingin var eftir okkum, og telefon-netið er opinbart ikki heilt up to date.

Lukkutíð fyri okkum – okkurt gott er í øllum – vóru tveir norðmenn við flúgvaranum, og var ein guide komin eftir teimum.

Hon fekk hjálpt okkum so nøkulunda, skaffaði okkum fart til Batumi, men við vánaligasta sjafførinum í verðini!

Skal nakað positivt sigast um bilin og sjafførin, so var tað eydnunnar speisemi, at viðførið hjá okkum ikki kom fram; tað var als ikki pláss fyri nøkrum afurat í bilinum.

 

Tað er ca. 360 kilometur at koyra til Batumi frá Tbilisi. Við skjótari høvuðrokning fáa vit eina koyritíð á uml. 4 tímar, um koyrt verður 100 km/t.

Men boðini ið vit fingu frá sjafførinum vóru, at túrurin tók 6 tímar. Hann dugdi at siga 6 tímar, men annars ikki eitt tað einasta orð av enskum.

Ikki tykkum at siga, so er tað ikki optimalt at sita 6 tímar í bili, beint eftir eina møguliga ”neyðtøku” fysiskt og ikki at gloyma ta psykisku, taka vit saknaða viðførið uppí.

 

Túrurin sjálvur var nakað í dur við "once in a lifetime experience". Ikki soleiðis at skilja, at vit sóu nakað fantastiskt,ella vit upplivdu nakað serstakt,men simpulthen tí at vit komu fram til Batumi á lívi.

Ræðutúrurin sum tók 7 tímar, heldur enn teir væntaðu 6 tímarnir, gekk meira fyri seg við síðunnar av vegnum,

mitt á vegnum ella yvirhálandi á mótsattu síðu í svingum við ongum sýni í bølamyrkrið.

 

Einu løtuna komu vit til ein einvegis tunnil við tveimum breytum. Tunnilin er væl útgjørdur við ljósum, og sær út til at vera nýggjur.

Av einhvørjari orsøk eru "keylur" mitt á vegnum millum breytirnar, men annars ivaleysa nokk av plássi á breytini.

Um sjafførurin bara var í festliga lagnum ella hann helt seg vera í tivoli, stendur óvist, men sjálvandi kláraði hann at raka vinarligu, óseku og væl merktu "keylurnar",

og samstundis fáa eitt sovorðið "eg veit ikki hvat hendir her look, men eingin skaði hendur" – ein ávísur stoltleiki sást í eygnabránum á honum.

Hevjaðu armarnir hjá norðmanninum og hansara ”look”, vóru meira í tráð við veruleikan.

 

Um man var so heppin at sovna í ræðubilinum, so svav man ikki leingi. Eftir nýtsluni at døma, so er einasta logiska frágreiðingin, at floytan sat meira ella minni føst. Løtu seinni – í einum svingi sjálvandi – fara vit blinkandi og floytandi framvið einum trailara, tá toran gongur og regni pøsir niður sum ongantíð fyrr. Sást tað illa áðrenn í myrkrinum, so sást null, nix nada nú.

Hvat er tá meira náttúrligt enn bara at tendra hazardljósini, koyra víðari og enntá speeda upp?! Á leið 20 sekundir seinni fer bilurin hálvur av vegnum. Einasta ljóð ið hoyrist, er botnurin

sum esjar móti vegkantinum og annars steinar/gras, ið verður spolað upp á bilin.

Tá, fyri fyrstu og einastu ferð á túrinum, verður ein skilagóð avgerð tikin. Sjafførurin slakar ferðina og kemur upp á vegbreytina aftur.

Vert er at leggja afturat, at trailarin sum vit "royndu" at yvirhála, annars beint áðrenn lat okkum vita, at hann ikki fann seg í langljósum ella floytum, bremsaði brádliga,

og allarhelst vónaði at síggja okkum inni í lastini ella við síðunnar av vegnum.

Tíbetur fekk hann bara smávegis rætt 😉 Hinvegin vóru vit helst tryggari inni í lastini á honum enn á vegnum.

 

Betri samansjóðaðir enn nakar rullutúrur á norðhavinum í ódnarveðrið hevði klárað, í einum bili sum tørvar nýggj leygur, stoytdoyvarar, bremsur, lakering og yvirhøvur eitt sýn (sum hann ikki klárar),

komu vit umsíðir fram til hotellið í Batumi.

 

Tað er ikki bert innleiðingin, sum ger okkum eyðmjúkar, men hotellið er framúr gott. Eina stóra penthouse suite á sama stað sum telvað verður, vinarlig, hjálpsom starvsfólk og allir hentleikar,

gera lívið stuttligari. Vit sakna framvegis viðførið, men tað man fara at koma.

 

Høgni telvaði fyrsta talvið, við svørtum í dag, móti einum norðmanni. Hóast greiða yvirvág í rating, megnaði Høgni ikki at vinna talvið. Javnleikur varð úrslitið, sum er í tráð við leikgongdina.

Úrslitið er góðtikið, taka vit hendingarnar í ferðingini við, og at talan er um fyrsta umfar. Komandi umførini kemur Høgni sterkt aftur!

 

Takksamir fyri lívið og at vit sloppu at uppliva dagin ídag, siga vit góðanátt og gleða okkum til komandi tíðir 🙂

 

 

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …