Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Mørkini førkast rætta vegin – 2013, eitt sera gott talvár
hdzfvjr

Mørkini førkast rætta vegin – 2013, eitt sera gott talvár

Skulu nakrar hendingar takast framum aðrar, kemst ikki uttanum IM Helga Dam Ziska, sum fekk sín fyrsta GM-norm í Riga. Helgi hevur seinastu árini verið ein sonn fyrimynd hjá telvarum, og hevur hann eisini vunnið føroyskari telving virðing millum manna.

 

IM John Rødgaard telvaði landsdyst nr. 200 móti Íslandi. John hevur verið ein hollur stuðul í føroyskari telving í mong ár, og fastur fúsur á talvlandsliðnum. Einki annað ítróttarfólk í Føroyum hevur umboðað sítt land oftari enn John, og tað er enn sjón fyri søgn, at laðað verður víðari á hendan serliga varðan í føroysku talvsøguni.

 

isl-fo

Landsdysturin móti Íslandi í summar vísti greitt, at breiddin í føroyskari telving avgjørt stendur mát við tað vit – hóast fáment – kunnu vænta og vónað.

 

monaco

Small Nations í Monaco var krúnan á verkinum, har føroyingar skúgvaðu alla mótstøðu til viks og vunnu kappingina áðrenn síðsta umfar varð telvað. Einasta tapið varð móti Andorra, meðan allir hinir dystirnir vórðu vunnir við minst 3 – 1 ! Sum siður er til hesa kapping, var ein unglingi við á talvlandsliðnum. Unglingin úr Sandavági, Høgni E. Nielsen, varð enntá toppskorari á 4/5 borði, so framtíðin er í góðum hondum. Sum forsetin hjá talvsambandinum í Andorra sorgblítt tók til: "Tit hava eitt alt ov ungt lið – vit fara ongantíð at vinna aftur".

 

jakupthomsen

 

Slík einastandandi góð úrslit vóru júst eitt av aðalmálunum hjá Jákup Thomsen, fyrsta forseta og ein av stovnarum Talvsambandsins – at fáa føroyska telving at gera vart við seg uttanfyri landoddarnar. Við stovnanina í 1970 varð lagt til brots, at fáa Talvsambandið innlimað í altjóða talvsambandið FIDE. Jákup Thomsen andaðist 17. oktober 2013. Føroysk telving sýnir takksemi fyri hansara hegni og áhaldni. Ærað verið minnið hansara.

 

Komandi ár verðuraftur nógv á skránni. Serliga forkunnugt fyri okkum føringar og norðurlendingarverður OL í Tromsø. Norðurlond seta á ein hvønn hátt dagsskránna í hesum døgum, nú eisini Magnus Carlsen gjørdist heimsmeistari.

Ætlanin er eisini at gera meira við barnakappingar og at senda luttakarar til EM/VM fyri børn og ung í 2014.

 

ung
ung2

 

Hjartans tøkk øll tit, hava tikið tøk í 2013, føroyskari telving at frama, talvfeløgini, telvarar,stuðlar, Føroya Løgting, og annars øll tit, á ein hvønn hátt vara av.

 

Við tykkara framhaldandi ídni, verður við árræði og treysti lagt til brots, at menna føroyska telving enn meir í 2014.

Gott nýggjár.

Við talvkvøðu,

Finnbjørn Vang, talvforseti

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.