Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Small Nations Monaco 4-6. umf
4 - 6 umfar:
 
Eftir ein greiðan sigur á Jersey í 4. umfari hósdagin, har Helgi púra óvæntað tapti uppá tíð, 
er dupultumfar á skránni ídag.

Small Nations Monaco 4-6. umf

5. umfar í morgun gekk sum eftir ánni,har føroyska liðið vann stórsta sigurin higartil:
4 – 0 á Guernsey ! Helgi telvaði ikki við hendan dystin,men maður kemur mans stað sigst,
og Høgni Egilstoft Nielsen hevur roynst sera væl sum eykamaður. 
Aftur í dag fekk Høgni ein sigur, og hevur hann nú 3 av 3 stigum. Yvirhøvur hava allir skorað væl, 
Helgi hevur 4/5, John Arni 5/6, John R. 4/5, Olaf hevur 4,5/5 og Høgni 3/3.
 
Leggjast skal afturat umfarinum ídag, at bæði Monaco og Andorra, sum liggja næst eftir Føroyum, 
taptu sínar dystir ímorgun. Tað merkir at Føroyar liggja 4 stig fremst við bert 3 umførum eftir at telva.
Um føroyska liðið ikki tapir móti Malta, og vinnur á San Marino leygardagin, er sigurin komin í hús
áðrenn torføra dystin móti Andorra sunnudagin. Enn eru ikki allar súðir syftar, men sum gongdin hevur verið
seinastu dagarnar, talar alt fyri einum góðum vikuskifti fyri føroyska telving.
 
Nógvir fjølmiðlar eru til kappingina í Monaco, bæði internet, sjónvarp og tíðindabløð.
Ein av teimum er Europe Echecs, har hendan greinin er um Føroyar:
 
Heimasíða við stigatalvu, talvum og LIVE:
 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …