Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / NM úttøkukapping í Klaksvík

14. Novembur Kl. 11.00 í Snjalla Bjalla, Klaksvík!

 

Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri kapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2016 - sum hesuferð verður telvað í Svøríki 18 -21 februar 2016.

NM úttøkukapping í Klaksvík


Kappingin verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1996-98 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 2001-02 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2003-04 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2005 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

 

Byrjað verður kl. 11 í Snjøllu Bjøllu.

Kappingarskipan verður løgd eftir luttakaratalinum.

 

Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 13. novembur 2015 kl. 21.00.

Meldið til á tlf. 24 36 37 ella tilmelding@faroechess.com  – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

 

Í undankappingunum verða talvklokkur einans brúktar, um talvið gerst ov drúgt.

Í finaluni verða talvklokkur brúktar. Tíðin verður 20 min. + 30 sec/leik í part til hvørt talvið.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – hesar kunnu ikki tillagast.

 

6 av teimum fremstu í hvørjum bólki, samanlagt eftir tvær kappingar, telva í finaluni. Dømi: telvari X luttekur í tveimum kappingum og fær 2 stig í fyrstu kapping og 2 í aðru kapping.

Samanlagt hevur telvari X fingið 4 stig. Telvari Y luttekur í einari kapping og fær 3 stig, samanlagt fær hann 3 stig. Av hesum fer telvari X í finaluna við 4 stigum.

Enda telvarar javnir í stigum, hevur telvari, ið luttekur í báðum undankappingum framíhjárætt. 

 

Í finaluni vinna tveir teir fremstu telvararnir í hvørjum bólki sær rættindi at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum fyri skúlaungdóm 2016 í Svøríki.


TALVSAMBAND FØROYA

Sí eisini

Stóri FM-talvkongurin

Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so.