Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Jákup Thomsen lagt kongin
OL_84_Lidid

Jákup Thomsen lagt kongin

Blaðungur fór Jákup at spæla kornett við Havnar Hornorkestri og kom har at kenna Ludvig Breckmann, 
ið stjórnaði orkestrinum um hetta mundið. 
Vinalagið førdi til arbeiðspláss  og starvaðist Jákup bæði í fyritøkunum hjá Ludvigi Breckmann og
Palla Christiansen longu við realskúlalok. Gjøgnum starv sítt fekk hann høvi at vitja skrivstovuna hjá Cadbury í Birmingham 
í tríggjar mánaðir, og fell enska málið honum síðani altíð lætt og raðið, 
tí samskiftið var nógv og regluligt millum umboðini í Føroyum og veitararnar í Bretlandi. 
Jákup var gløggur og hevði  gott máloyra. 
Hann varð ikki tikin í føroyskum og hevur óivað vent teim mongu ivamálunum við fróðarmonnunum
Tórarinni Evensen og Sofusi  Joensen í talvhúsinum í Dr. Jacobsensgøtu, 
har telvað var langt inn í næturnar í fimti og seksti árunum. Hugurin at læra fylgdi honum. 
Síðst í áttatiárunum fór hann at læra seg franskt umvegis Lingafon skipanina, har næmingurin skuldi endurtaka tað, 
ið kennarin segði, og var mangt undirhaldið í talvhúsinum, tá Jákup á sin serstaka hátt bar fram truplar franskar máliskur.
 
Tónleikurin fylgdi honum eisini alt lívið: á merkisdøgum í Havnar Hornorkestri, 
sunnukvøld í Gogguni  í Sjónleikarahúsinum og mikukvøld  í dansiorkestrinum í Tórshøll hjá Annu Sam. 
Her spældi brøðurnir Jákup og  Kjeld saman við Haldini, Simma, Jákupi Luth og øðrum. Tummas Pauli, yngsti bróðurin,  
útvegaði sær atgongd til dansin, hóast bert ellivu ára gamalur,  
við at mutra kontrolørarnar við nýprentaðum 14. September frá prenstmiðjuni í Hornabø, 
eftir at bløðini  vóru latin posthúsinum.
 
Nógvar skemtisøgur fylgdu í kjalarvørrinum á Jákupi. 
Personalefestin á skrivstovuni hjá Ludvigi Breckmann og  fulltrú til spiritus á pappeskjuni til Gjaldstovuna
ganga fyri at vera sannar og lýsa, hvussu hittinorðaður hann var, og hvussu serstakt og  originalt hugflog
hesin kreativi ígongdsetarin hevði. 
 
Jákup setti føtur undir egið borð í Brøttubrekku fyrst í sjeyti árunum. Altíð var hann blíður, tá ein kom á gátt. 
Har var tónleikur, talv, politikkur og ein løggur av onkrum góðum. Ikki minst á Ólavsøku, tá hann fylti.  
Eg haldi, at Jákup hevði sína bestu tíð í seksti og sjeyti árunum. Hann var formaður Havnar Framburðsfelag, 
tá hann og Palli fingu Óla stillaðan upp til løgtingsvalið. 
Hann var formaður í Havnar Telvingarfelag, ið bygdi egið hús í R. C. Effersøesgøtu. 
Eisini var hann fyrsti forseti Talvsambandsins frá 1970. 
Bókin Føroysk Telving í 20. øld eftir Súna Merkisstein lýsir hetta tíðarskeiðið sera livandi.  
At lítli Rubek og Jákup telvdu Føroyar til altjóða viðurkenning eftir áheitan frá heiðursmanninum Ásmundi Thomsen í Gøtu
er eitt ævintýr, ið er uppskrift til okkara tíð um, hvussu farast skal fram, tá úrslit skulu náast. 
Common sense, vildi Jákup sagt.  
 
Jákup var millum fremstu telvarar okkara. Hann telvdi á  talvolympiaduliðunum í Siegen í 70, Skopje í 72, 
Niece í 74 og Saloniki í 84. Hann var føroyameistari á fremsta liði hjá Havnar telvingarfelag og
frammaliga í FM-staklingakappingum. Í Sandavági í 1984, tá Torkil Nielsen vann sítt fyrsta føroyameistaraheiti,  
var Jákup nr. 2 í landsliðsbólkinum.
Talvliga var hann álopssinnaður og taktiskur.  At sita hinumegin talvborið var altíð ein avbjóðandi løta, 
ið mangan royndist hugtung við dystarlok. Ongantíð kundi tú vita, hvat hann fann uppá, og stóð hann  illa, 
var hann framvegis listinlærdur. Sjáldan hevur eitt talv verið so tapt sum tað, 
hann hevði móti Samsoni (lesið bókina), men Caissa hjálpti Jákupi  at bjarga sær við tí ytsta av fingraneglunum. 
Kongin í hornið og støðan var jøvn.
Á sjálvum gonguteiginum í Gundadali millum hondbóltshøllina og Effo varð hann ákoyrdur og illa skaddur  Ólavsøkuaftan 1982.
Vorið sum føðingardagsgáva á fýratitveyára degnum. Tað tók honum drúgva  tíð at koma fyri seg.  
1984 fekk hann arbeiði á skrivstovuni hjá Tórshavnar Skipasmiðju.  Jákup valdi at  pensionera seg einans 63 ára gamalur. 
Hann mundi hugsa um ráðini hjá Bobby Fisher : it doesn´t pay to be greedy.  Í so máta var hann ein serstakur fólkafloksmaður.
Í aðrar mátar hevði hann eina klettatrúgv á fría initiativið. Tað kom honum ikki til hugs 
at biðja um almennan stuðul til nakað, heldur ikki,  tá talan var um eitt ódnartak
sum at byggja Havnar Telvingarfelag nýtt felagshús.  
Hann var glaður um gongdina í føroyska talvheiminum og um sínar vinir, ið vóru við at stovna talvsambandið.  
Seinastu ferð hendan nevnd var viðtøkufør var á sjeytiára føðingardegi  Jákups, tá Hans Petersen, sáli , 
og Hanus Joensen vóru millum gestirnar í Brøttubrekku. Tá var hann framvegis virkin í liðkappingini. 
Seinasta ferðin,  vit vóru saman,  gekk til Sandavágs at telva í triðju deld. Lagið var gott, men maðurin viknaður.
Við fráferð Jákups Thomsen er eitt ættarlið av talveldsálum í Føroyum farið um sýn.
 
Ærað veri minnið um vinin og hugsjónarmannin Jákup Thomsen.
 
Andrias
 
 
 

 

 

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …