Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tilmelding til liðkappingina 2013/2014

Tilmelding til liðkappingina 2013/2014

Til feløgini.

Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2013/2014.

 

Tilmelding til liðkappingina 2013/2014

Hesi feløg hava lið í:

1. deild: Sandavágur, Havnin, Klaksvík 1, Vestmanna, Klaksvík 2 og Toftir (flutt upp úr 2. deild).

2. deild: Sandavágur 2 (flutt niður úr 1. deild), Havnin 2, Havnin 3,  Rókur, Skopun og Vestmanna 2 (flutt upp úr 3.deild).

 

Harumframt verða feløgini biðin um at tekna lið til kappingina í 3. deild og í unglingadeildini.

 

Tilmeldinginarfreistin er sunnudagin 06. oktober 2013, so vinarliga sendi kappingarleiðaranum tilmeldingarnar áðrenn ta tíð.

Umráðandi er eisini at feløgini senda inn styrkilistar sínar. Hesir verða atkomuligir á heimasíðu Talvsambandsins.

Eisini skal upplýsast hvør er liðformaður fyri tey ymsu liðini, umframt kontaktupplýsingar fyri viðkomandi (navn, tlf. og teldupostbústað).

 

Liðkappingin byrjar ætlandi sunnudagin 27. oktober 2013.

 

Dómaraseðlar og avrit av talvum skulu sendast til:

 

Rógvi Egilstoft Nielsen

Dalsbøur 1

FO 360 Sandavágur

 

Við talvkvøðu,

TALVSAMBAND FØROYA

Rógvi Egilstoft Nielsen, kappingarleiðari

kappingarleidarin@faroechess.com

Tlf. 271404

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …