Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / John Rødgaard, 200 landsdystir !

John Rødgaard, 200 landsdystir !

 
Seinna dystin telvaði IM John Rødgaard á fyrsta borði hjá Føroyum. John telvaði fyrstu ferð fyri Føroyar á OL í Saloniki 1984, 
og hevur síðani telvað ikki minni enn 199 landsdystir fyri Føroyar. Í dag telvaði hann sostatt talv nr. 200 í landsliðshøpi -tað er uttan iva met í føroyskari ítróttarsøgu ! 
 
Til endahátíðina eftir vinarlandsdystin valdi Talvsamband Føroya at heiðra John Rødgaard fyri hansara trúfesti,
og eisini Helgi Dam Ziska varð heiðraður fyri sín nývunna GM-norm.
 
Har John hevur lagt/ leggur lunnar føroyskari telving at frama, byggir Helgi støðugt víðari. 
Tað skal eingin iva vera um, at teir báðir – á hvør sín hátt – hava serstakliga stóran týdning fyri føroyska telving.
 
Talvsamband Føroya fegnast um góða úrslitið í vinarlandsdystinum, og frøist um avrikini hjá Helga og John.
 
Einstøku úrslitini kunnu síggjast her:
 
 
 
 
 
 
 
 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …