Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 26. mai kl. 14 í Kollafjarðar Skúla

Øll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina. 

Telvað verður í minst 3 aldursbólkum:

2 flokkur og yngri

3 til 5 flokkur

6 til 9 flokk

Um luttøkan gerst stór verður deilt í smærri bólkar.

 

Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 26. mai kl. 14 í Kollafjarðar Skúla

 

Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku – tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

Tey eldru telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki. Harumframt fáa øll okkurt fyri luttøkuna.

Tilmelding í seinasta lagi hósdagin 23. mai

á telduposti:  tilmelding@faroechess.com 

Vinarliga upplýsið navn, aldur, flokk og skúla.

 

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva

– roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði

– tað er ikki at halda seg aftur !

 

Talvsamband Føroya

 http://faroechess.com/ 

 

Elmar Reinert Fjallheim

Liljan Dam Jacobsen

 

Innbjóðingin kann eisini síggjast vid at trýsta á her.

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …