Heim / FM einstaklingar / FM 2013 / FM uppdateringar – 7. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

FM update:

My name is Gladiator!
Maximus

FM kappingin á Argjum setur søguligt met í hesum døgum. Í heili fýra umfør á rað er ikki ein tann einasti javnleikurin follin! Ongantíð fyrr hevur telvingin verið so kompromisleys.

Luttakararnir í landsliðsbólkinum hava stutt sagt uppgraderað seg sjálvar frá nørdutum smáremiserandi telvarum til fullskala gladiatorar!

Eingin teirra er bakkaður undan, um Commodus í dag hevði hóttandi hvest: ‘Slave, remove your helmet and tell me your name.’ Nei, teir hava hvør sum ein svarað: ‘My name is Maximus Decimus Meridius, the Gladiator!’

FM uppdateringar – 7. umfar


Og hyggja vit nærri at telvingini, so er tað reguler gladiator telving, vit eru vitni til hesa ársins stilluviku úti á Argjum.

Eftir knallaharða umgangin super thursday í gjár, hava vit beinleiðis í Maximus klassanum oddvitan í kappingini Eyðun Nolsøe, tvey’aran Martin Poulsen og stjørnuskotið Høgna Nielsen, sum ongum eirdi og settu 100% inn á kontuna.

Tað tryggjaði Eyðuni ein umgang afturat á tí eftirtráaða, men kalda toppinum, Martin á tí fjálga, bíðandi øðrumplássinum saman við Olafi, og sum ketta úr høvdatrogi, Høgna beint í hølunum á fjórða plássi.

Í hinum endanum eru Finnbjørn, Hanus og Carl Eli ikki nøgdir við teirra 0-skorðu super thursday, og hava teir, saman við Herlufi, mist kjansin at vinna FM heitið – í ár.

Reelt stendur kampurin um FM tittulin nú í millum Eyðun, Martin og Olaf, við Høgna sum einum superskørpum outsidara.

Í seinna umfarinum í gjár legði Eyðun grundina til sína framhaldandi pole-position við einum nettum sigri yvir Finnbjørn, sum við 31…Bxc2 yvirsá, at tað kostaði eina finnu. Eftir tað býtti Eyðun tað mesta av trænum upp, og konverteraði materiellu yvirvágina til sín triðja straight-out sigur í kappingini higartil, og fimta tilsamans.

Olaf, hinvegin, reistist í sínum øðiliga veldi eftir óvæntaða tapið í fyrra umfarinum í gjár. Hann leikti sítt effektiva og taktiska spæl í sínum knúsandi sigri móti Carl Eli, sum als ikki rakti dagin. Longu í 10. leiki hevði Olaf taktiskar kjansir við 10.Rid5! Men tað var helst, tann at síggja til, heilt náttúrligi 11…Be7 leikurin hjá Carl Eli, sum útloysti sunami-álopið hjá Olafi beint í krovið á svarta konginum. Eftir 28. leikir mátti Carl Eli bara konstantera, at keisarin má fáa tað, sum keisarans er.

Eftir flotta sigurin móti Olafi fyrr uppá dagin, var útselt hjá Herlufi móti Martin, har hann í roynd og veru ongantíð kom fyri seg. Við leikum sum 16…Rig8, sum búraði riddaran inni restina av talvinum, og 30…Fxg6, har tað var upplagt at taka aftur við nettupp riddaranum á g8, gjørdi Herluf tað ikki serliga trupult fyri Martin at koyra á við álopinum frúgvamegin, sum hann gjøgnumførdi meistarliga.

Teir mest svingandi telvararnir í ársins kapping eru Ólavur og Hans Kristian. Báðir hava brillierað og tapt. Seint í gjárkvøldið fekk Hans Kristian kjansin, tá Ólavur flutti ein rættuliga maskeraðan bukk í 35. leiki. Í staðin fyri nærum einhvønn annan leik, flutti Ólavur 35.Rie2.
Hans Kristian sá skarpa aftursvarið og offraði riddaran pronto á f3(!) Við tí kundi hann seta enn eitt stig inn á kontuna takka verið sín skarpa fransmanni við svørtum.

Høgni kom sterkt aftur super thursday við tveimum sannførandi sigrum. Serliga móti Hanus brillieraði hann við sínum eyðsýndu taktisku evnum. Høgni trýstið beinanvegin frá byrjan av, men Hanus helt balansuna. Men við 16…Kh8?! og 17…Bh5?! gav Hanus Høgna lítlafingurin, og stutt eftir varð øll hondin burturi í tí taktiska ragnaroki, sum Høgni meistarliga loysti av. Seinasti leikurin í talvinum var enntá tað dramatiskt klassiska og episka frúgvaoffrið: 30.Fxf6!

Jú, eftir dupultumfarið skírðishósdag standa teir fýra gladiatorar Eyðun, Martin, Olaf og Høgni, meðan restin av luttakarunum í flottum stíli hava gjørt sítt til, at ársins kapping fer í søgubøkurnar sum ein tann harðasta og mest kompromisleysa kapping í allari FM søguni.

Í dag hevur Eyðun hvítt móti Ólavi, Martin svart móti Carl Eli, Olaf svart móti Hans Kristian og Høgni svart móti Herluf.

Óansæð hvussu úrslitini fella í dag, so verður føroymeistaraskapurin púra opin í níggjunda og seinasta umfari í morgin. Tað eru eisini fleiri møguleikar fyri umdysti, sum vit sóu í t.d. 2005, tá Carl Eli gjørdist føroyameistari, ella 1988, tá Torkil vann heitið.

Um øll talv enda við javnleiki í dag, kann Eyðun avgera alt í morgin við einum sigri á Olafi, og líkist tað talvið tí mest sannlíkt eini sannari gysarafinalu.

Men Martin og Høgni spøkja í leiktjøldunum, og teir koma at spæla ein stóran leiklut, áðrenn nakar kann siga sum Maximus fyri 1600 árum síðani: ‘There is no one left to fight, sire’!

 

{jcomments on}

Sí eisini

FM uppdateringar – 9. umfar

Rani Nolsøe ger vidmerkingar til FM í talvi, sum í hesum døgum verdur telvad í Argja Skúla.

 

 

FM update:

Veni, vidi, vici!

Olaf kom, sá og sigraði í tí mest kompromisleysu FM kapping, eg haldi meg minnast. 

Av teimum 45 talvunum tilsamans, endaðu einans fimm við javnleiki! Tað týður uppá ein heilt einastandandi kampvilja, ein eirindaleysan vilja at vinna, og uppá nógva orku, kreativitet og sjálvsálit í ólukkumát.