ST-Kvik

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 02. februar. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13.

Kappingin byrjar leygardagin 02. februar  kl. 10.00. Telvað verða 7 umfør.

Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum.

Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 53 27 00 el faroechess@faroechess.com

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 01. februar kl. 20.00

Møtið fjølment !

SANDAVÁGS TALVFELAG

 

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …