Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / KJØLUR Open 2015

KJØLUR Open 2015

 

 

Kappingin byrjar fríggjadagin 30. januar, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.

Tíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 kr unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 30. januar.

Tilmelding

Smsa luttøku (navn + rating) hjá Talvsambandinum: tlf. 29 50 54 og ella við telduposti til  tma@kallnet.fo

Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 29. januar kl. 21:00 – tað verður ikki tikið móti tilmelding eftir freistina !

Møtið Fjølment !

Klaksvikar Talvfelag

Sí eisini

Høgni á FM-kós

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.