Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM Ung-einstaklingar úrslit Finalan

FM Ung-einstaklingar úrslit Finalan

 

Í A-bólkinum gjørdi Heiðrikur T. Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag bart, vann øll talvini og fekk 6 stig.

Næstur honum gjørdist Rúni Vørmadal úr Vestmanna Talvfelag við 3½ stigi. Á 3. plássi kom Karl Marius Dahl úr Klaksvíkar Talvfelag við 2½ stigi.

Størsti spenningurin í bólkinum var um 2. plássið, har Karl Marius í síðsta umfarinum møtti Rúna. Karl Marius kundi við einum sigri fáa umdyst,

men Rúni telvaði væl og gav Karl Marius javnleik í einari betri støðu.

 

B-bólkurin gjørdist ongantíð nakað serliga spennandi. Høgni Egilstoft Nielsen Sandavágs Talvfelag vann sannførandi øll talvini,

og kappingina um annað plássið vann Rúni Tindskarð Jacobsen Havnar Telvingarfelag móti Alfred Olsen Vestmanna Talvfelag.

 

C-bólkurin var ein reinur gysari og mátti enntá sudden-death takast í brúk.

Silas Eyðsteinsson Sandavágs Talvfelag og Eli W. Finnson Havnar Telvingarfelag endaðu báðir á 3 stigum, tá ið vanligu talvini vóru liðug.

Fyrst telvaðu teir 2 kvik-talv á 15 min hvør, men Eli vann fyrra og Silas seinna. Síðani tvey snartalv, men her vann Silas fyrra og Eli seinna.

Til endans fekk hvítur 6 minuttir á klokkuna, meðan svartur fekk 5 minuttir. Afturfyri skuldi hvítur vinna. Eli fekk við lutakasti hvíta fólkið og legði harðligani fyri, fekk fyrimun og trýsti støðuna hjá Silasi øgiligt. Men við at halda høvdið kalt, og flyta skjótari enn snarljósið, fekk Silas forpurrað øllum og vann enntá talvið. Við sigrinum vann Silas sostatt bólkin, meðan Eli varð nr. 2 og Hanna Ó. Jacobsen nr. 3.

 

D-bólkurin var sera spennandi, her skuldi eisini umdystur til.

Nýheimkomin úr HM fyri ungdómar í bólkinum U12, lat Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag tó ongan iva vera um 1. plássið.

Hann vann bólkin trygt við 5 av 6 stigum. Á øðrum plássi endaðu Ragnar Weihe Sandavágs Talvfelag og Bjarki Bertholdsen Klaksvíkar Talvfelag.

Teir fingu báðir 3½ stig og mátti tí út í 2 kviktalv. Í tí fyrra talvinum vann Ragnar við svarta fólkinum móti einum heldur nervøsum Bjarka.

Í tí seinna talvinum var tað hinvegin nervarnir hjá Ragnar, ið gingu fyri. Í einari betri støðu misti Ragnar mitt í tí heila ein heilan rók,

men fekk tó bjargað sær so mikið av mótspæli, at Bjarki misti tráðin og tapti.

Sostatt gjørdist endaliga støðan hendan: Janus nr 1, Ragnar nr. 2 og Bjarki nr. 3.

 

E-bólkurin fylgdi andanum av C- og D-bólkunum, eisini her mátti umdystur avgera endaligu plaseringarnar.

Leif Reinert Fjallheim úr Havnar Telvingarfelag og Jón í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag fingu báðir 4 stig.

Í umdystinum komu royndirnar hjá Leif væl við, og vann hann bæði talvini.

Leif vann tískil bólkin, Jón gjørdist nr. 2 og á triðja plássi kom Rógvi Mørkøre úr Kollafirði, ið hevði eina fína kapping.

 

Vinnararnir og allir telvararnir á 2. plássi vunnu sær rættindi at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum í skúlatelving,

sum verður telvað í Íslandi 7-11 februar 2013.

 

NM-hópurin:

A-bólkur: Heiðrikur Tindskarð Jacobsen og Rúni Vørmadal

B-bólkur: Høgni Egilstoft Nielsen og Rúni Tindskarð Jacobsen

C-bólkur: Silas Eyðsteinsson og Eli W. Finnson

D-bólkur: Janus Skaale og Ragnar Weihe

E-bólkur: Leif Reinert Fjallheim og Jón í Horni Nielsen

 

Hjartaliga til lukku og góðan byr framyvir !

Sí eisini

Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið …