Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM Ung-einstaklingar Finalan

Finalan verður í "Kollafjarðar Skúla"  leygardagin 24  novembur 2012 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).

 

"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2013 - sum hesuferð verður telvað í Íslandi 7 - 11 februar.

FM Ung-einstaklingar Finalan

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1993-95 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2000-01 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2002 og seinni. (10 ár og yngri)

Finalan verður í "Kollafjarðar Skúli"  leygardagin 24  novembur 2012 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).

Leiktíðin verður 1 tíma til alt talvið. Umførini verða løgd eftir luttøkuni fríggjakvøldið.

Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøld 23. novembur 2012 kl. 18.00.

Meldið til á faroechess@faroechess.com ella smsa 22 14 22 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

Sí eisini

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.