Heim / Ymiskt / Ymiskt / NM-úttøkukapping í Kollafirði
fm ung finala 09 231

NM-úttøkukapping í Kollafirði

Kappingin verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1993-95 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1996-97 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1998-99 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 2000-01 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2002 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna:

Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10. min. í part til hvørt talvið.  Byrjað verður kl. 13 í Kollafjarðar Skúla. Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 2. november 2012 kl. 20.00.

 

2. kappingin verður í Vestmanna  09 – 11 november 2012 (VT-Open)

Meldið til á tlf. 22 14 22  – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA

 

Sí eisini

Talvkapping børn- og ung.

    Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 22.mai kl 14, í Kollafjarðar skúla. Øll …