Heim / Tíðindi / OL 2012 / 1. umfar: Føroyar 2½ – Sudan 1½

1. umfar: Føroyar 2½ – Sudan 1½

Sudan liðið var væl fyrireikað, og telvaðu teir skjótt og hegnisliga fyrstu leikirnar. Serliga mótstøðumaðurin hjá Jóan Hendrik var í hopla við hvíta fólkinum, og eftir ein lítlan óneyvleika frá svørtum vendist ikki aftur.
   Á hinum borðunum sá heldur ikki alt ov gott út, men tíbetur fekk John Rødgaard sigur til høldar rímuliga skjótt og fekk rættað kósina.

John Arni vann ein rók fyri riddara og finnu á øðrum borði, men hetta gav ikki meira enn javnleik, ið kanska enntá var meira enn uppiborið.

Á fyrsta borði fekk Helgi við hvíta fólkinum ikki ta allarbestu byrjanina, men tíbetur dugdi svartur ikki at gagnnýta fyrimunin, og sum frá leið koppaði talvið á hin bógvin, og Helgi vann tá sannførandi.

Ein 2½ – 1½ kravsigur móti veikari mótstøðu, men Sudan telvaðu væl betur enn væntað, og kundi úrslitið lættliga verðið annaðleiðis. Tað er nú heldur ikki oftari enn so, ta føroyska talvlandsliðið leggur frá landi við einum sigri, so samanumtikið verður svøvnurin søtur !

 

John Rødgaard hevur viðmerkt sítt talv frá 1. umfari, og tad kann lesast við at trýsta á her: viðmerkt talv frá 1. umfari.

Fleiri myndir kunnu síggjast á myndasavninum: trýst her.
 

Sí eisini

Viðmerkt talv HDZ umfar 9

Trýst her fyri at síggja viðmerkta talvið hjá Helga frá 9. umfari: